Umsóknarfreistin at søkja stuðul til gransking í 2020 er leygardagin 15. februar kl. 12 føroyska tíð.
Hetta upplýsir Granskingarráðið á gransking.fo.
Stuðul kann eftir umsókn verða latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi
Stuðul kann verða latin til ymisk sløg av verkætlanum:
- Ph.d.-verkætlanir
- post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár
- smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan
- granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking, skrivar gransking.fo, og har sæst eisini nærri um oyðubløð og krøv til umsóknir.