Stuðul til havgransking leysur at søkja

Nú ber til hjá granskingarstovnum í Føroyum, Grønlandi og Danmark at søkja um stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi, skrivar gransking.fo.

Danska stjórnin hevur sett umleið 25,5 mió. kr. av næstu fýra árini til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum. Størsti parturin skal lýsast leysur at søkja til granskingarverkætlanir. Ein minni partur fer til fyrisiting.

Fyrsta umfar

Granskingarráðið hevur fingið til uppgávu at umsita granskingarskránna. Ráðið lýsir nú eftir umsóknum til fyrsta part av skránni, 4 mió. kr., ið eru tøkar í ár.

 

Les meira á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/studul-til-havgransking-leysur-at-sokja/