Stuldur í Suðurafrika meldaður til løgregluna í Havn

Tað var eftir kravi frá tryggingarfelagnum

Í gjár var ein maður á løgreglustøðini at melda, at fartelefonin var stolin.

Men tað sermerkta við hesum málinum var, at tað var í Suðurafrika, at telefonin var stolin.

Men tá ið eigarin var komin aftur til Føroya og boðaði tryggingini frá stuldrinum, varð kravið frá tryggingini, at stuldurin varð meldaður til løgregluna, annars kundi talan ikki vera um endurgjald.

Og tí stóð maðurin so á løgreglustøðini at melda stuldurin.

Løgreglan sigur, at sostatt hava tey nú stovnað eitt mál um eina fartelefon, sum er stolin í Suðurafrika.

Hetta varð gjørt fyri at maðurin skuldi kunna fáa endurgjald frá tryggingini - men um líkindini at uppklára stuldurin siga tey minni um.