Stúra fyri boykotti av makreli

Eftir at makrelur úr Norðuratlantshavi hevur mist sína MSC-góðkenning, verður nú stúrt fyri møguligum avleiðingum.

 

Umhvørvismerkingin av makreli er strikað, eitt nú av ósemjuni millum Grønland øðrumegin og ES, Føroyar og Noreg hinumegin. Hetta kann koma at merkja, skrivar www.sermitsiaq.ag, at stórar handilsketur í ES fara at taka makrelin av aftur hillunum.

Heimasíðan vísir til stjórar í danska og føroyska fiskiídnaðinum, sum stúra fyri gongdini.

- Feiri og fleiri brúkarar spyrja eftir fiski, sum verður veiddur burðardygt, og umhvørvismerkið er ein trygd fyri, at makrelurin er veiddur burðardygt í einum góðkendum fiskiskapi.

Sermitsiaq skrivar, at týskar, enskar og hálendskar handilsketur eru leiðandi í smásøluvinnuni, tá ræður um at selja burðardyggar fiskavørur.

- Eitt nú hava Lidl og Aldi í Týsklandi ein politikk, sum sigur, at handlarnir hjá teimum so vítt gjørligt bert skulu selja MSC-góðkendar fiskavørur, skrivar heimasíðan.

Men, eftir at MSC-góðkenningin í øllum makrelfiskiskapi og í øllum makrelvørum úr Norðuratlantshavi hevur misti sína góðkenning, stúrir fiskivinnan nú fyri, hvat kann fara at henda á marknaðinum.