Stúra fyri mistum inntøkum

Kanadisk skip leggja nógv eftir seg í Grønlandi, og enn er ikki greitt, hvussu verður við kanadiskum landingum og manningarskifti í Grønlandi.

Henda myndin er av kanadiskum trolara, sum sjóverjuskipið Knus Rasmussen hjálpti til lands.

Henda myndin er av kanadiskum trolara, sum sjóverjuskipið Knus Rasmussen hjálpti til lands.

 

Nógvir kanadiskir trolarar koma til Sisimiut og Nuuk í tíðini frá juni mánaða og restina av árinum, og her leggja teir sína veiði upp. Sermitsiaq reisir nú spurningin, hvussu verður við hesum landingum, nú krona-kreppa er um allan heim.

Sum skilst, er spenningur í Grønlandi um henda spurning, tí lastirnar hjá kanadisku skipunum og keyp av ymiskum tænastum hava stóran týdning fyri Grønland.

- Tað eru bæði arbeiðsfólk og fyritøkur, sum fáa nógv burtur úr, at kanadisk skip koma í grønlendskar havnir, sigur stjórin í Blue Water Greenland, Lars Vajse, við Sermitsiaq.

Hann vísir á, at tá ein kanadiskur trolari kemur við eitt nú 800 tonsum av fiski, so verður fiskurin lossaður. Hetta tryggjar, at lossarar fáa arbeiðstímar. Síðan skal fiskurin flytast til Danmarkar, og her kann eitt skip við 800 tonsum saktans fylla einar 25 bingjur.

- Royal Artic Line flytir fiskin, og koma hesi skip ikki, verður farmurin tað minni, sigur stjórin.

Men, tað eru eisini aðrar inntøkur, sum hesi skip leggja eftir seg til grønlendskar fyritøkur og veitarar, eitt nú proviantur og viðhvørt eisini ymiskar umvælingar, sum skulu gerast. Lars Vajse vísir á, at koma hesi skip ikki, verður talan um nógvar mistar inntøkur til grønlendskt vinnulív og samfelag.

Greiða skal fáast á fleiri viðurskiftum, um kanadisku skipini skulu koma. Eitt nú er spurningurin, hvussu grønlendskir lossarar kunnu arbeiða, soleiðis at teir ikki eru í vanda fyri at verða smittaðir, tá teir arbeiða umborð á skipinum. Ein annar trupulleiki kann gerast manningarskifti.

Sermitsiaq vísir á, at Blue Water Greenland hevur spurt seg fyri hjá grønlendskum myndugleikum um hesi viðurskifti, men enn hevur felagið ikki fingið svar, sum siga, hvørji krøv verða sett til hesi viðurskifti.

Henda myndin er av kanadiskum trolara, sum sjóverjuskipið Knus Rasmussen hjálpti til lands.