Stýringin latin til fólkið

- Eg veit ikki, men er tað vanligt at lata stýringina av landinum yvir til fólkið í undantaksstøðu?

 

Løgmaður heitti á kommunurnar í gjár um at forða fyri, at m.a. fólk av ferðafólkaskipum koma til lands. Hann blandar seg upp í, har hann einki mandat hevur.

Løgmaður hevur mandat til at steðga loftvegis flutninginum av ferðafólki, sum heldur fram við at streyma inn í landið. Men, hetta hevur hann latið ganga í fleiri dagar.

Hvat sker?

Løgmaður blandar seg upp í, har hann einki mandat hevur. Ger lítið og einki, har hann hevur fult mandat.

Flestu kommunurnar hava longu tikið hesi stig, meðan Føroya fólk einans kunnu standa spyrjandi og hyggja at, meðan streymurin av fólki úr londum á reyða listanum fyllist í Føroyum.

Hví hevur landsstýrið ikki sett Danmark á reyða listan á síni heimasíðu? Stakkals ferðafólk, sum einki endurgjald fáa frá tryggingini, so leingi tað ikki verður gjørt!

Mette Frederiksen saman við donsku stjórnini hevur fyribils sett 125 mia. av til at hjálpa donskum vinnulívi. Hevur løgmaður spurt seg fyri, um Føroyar eiga sín brøkpart av hesum?

Løgmaður hevur valt at lata alt upp til vanliga føroyingin um at fylgja ráðum ella ikki.

Eg veit ikki, men er tað vanligt at lata stýringina av landinum yvir til fólkið í undantaksstøðu?