Subaru framleitt 20 milliónir bilar

Fyrst í hesum árinum kundu tey á Subaru verksmiðjuni í Yajima í Japan hátíðarhalda at framleiddir eru 20 milliónir bilar á verksmiðjuni.

Fyrst í hesum árinum kundu tey á Subaru verksmiðjuni í Yajima í Japan hátíðarhalda at framleiddir eru 20 milliónir bilar á verksmiðjuni. Jubileumsbilurin var ein hvítur Subaru Forester 2.0 XT.

Framleiðslan av Subaru byrjaði fyri 60 árum síðan - í 1954. Fyrsti bilurin var Subaru 360. Subaru eru bæði kendir fyri sínar 4x4 bilar og fyri sín kvalitet – bilurin uttan sjúkradagar.

Í dag eru tað modellini WRX STI, XV, Legacy, Outback, Forester og BRZ, sum verða framleiddir á verksmiðjuni. Her hjá okkum er tað Berg Motors sum amboðar Subaru.