SUÐ er kul!

Í gjárkvøldið var fyrsta konsetrin av trimum, sum sangbólkurin, SUÐ hevur um vikuskiftið. Hetta var í Badmintonhøllini í Klaksvík, har um 400 fólk høvdu leitað sær í kvøld, hóskvøldið.

Orð og myndir: Dávur Winther

Orð og myndir: Dávur Winther

Síðani gongur leiðing til Løkshøll í Runavík í annaðkvøld kl. 20 og so leygarkvøldið kl. 20 í Norðurlandahúsinum.

##med2##
Her er talan gospelkonsertir við orkestri og dansarum, har eisini Guðrun Sólja Jacobsen og James Olsen eru gestasangarar og loysa uppgávuna til fullnar. Gospel-snið verður tambað nakað, rútmurnar eru lættar og stundum við røttum biti í, so tey flyta seg yvir í funk/rock, sum bara ger alt betri.

##med3##
Eydna Skaale er frásøgufólk við góðum eygleiðingum og hugleiðingum.
SUÐ telur 19 væl samansungnar damur undir kønari hond hjá Steinvør Fonn, sum ikki gongur uppá kompromis við nakað – bert tað besta er gott nokk.
So tú mást endiliga ikki halda tær aftur fyri eini góðari uppliving saman við dunaligum tónleikarum og ikki minni væl syngjandi og væl upp løgdum sangbólki, SUÐ, sum aftur hesaferð eru rættiliga kul!

##med4##
Tónleikararnir eru eisini av tí fægara endanum:
- Magni Husgaard: keyboard
- Pætur við Keldu: flygil/keyboard
- Mikkjal Hvannastein: el-guitar
- Agnar Lamhauge: bass
- Høgni Klakkstein: trummur
- James Olsen: slagverk (percussion)
Konsert verð 5. okt. kl. 20:00 í Norðurlandahúsinum
Á skránni eru kendir gospelsangir so sum Lean on Me, Down by the Riverside, Soon and Very Soon, This a Little Light of Mine, Oh Happy Day, Joyful Joyful, Soon I Will be Home o.a. 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##ms##

##med10##

Orð og myndir: Dávur Winther

video-1570139223