Yvirtíðin drap Liverpool

Eitt mál til West Ham í yvirtíðini, slerdi í kvøld Liverpool út úr FA Cup kappingini

West Ham og Liverpool hava í kvøld spælt seinnu uppgerðina í fimtu rundu av FA Cup. Fyrra uppgerðin fyri 10 døgum síðani endaði við málleysum javnleiki, og tí mátti ein nýggj uppgerð til, fyri at finna hvat lið skuldi víðari úr fimtu rundu av FA Cup.

 

Í mun til dystin seinast, var dysturin í kvøld munandi ferðmiklari og spennandi, og noyddist út í longda leiktíð fyri at finna ein vinnara. Og avgerandi málið kom ikki fyrrenn í seinasta minuttinum av longdu leiktíðini, tá West Ham við einum frísparksinnleggið skoraði til 2-1, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

West Ham kom eisini á odda í dystinum beint áðrenn hálvleik, tá Michail Antonio stóð á rætta staðnum eftir eitt innlegg, sum hann ósvikaliga trygt skoraði uppá til 1-0.

Liverpool fekk tó javna til 1-1 beint eftir hálvleik, eftir at Philippe Coutinho skoraði uppá beinleiðis fríspark, tá hann sparkaði bóltin undir múrin hjá West Ham.

 

Vanligi dysturin endaði síðani við janvleiki, og so var farið út í longda leiktíð. Og leingi sá út til at tað enntá skuldi ein brotssparkskapping til, fyri at avgera dystin. Men í seinastu sekundunum eydnaðist tað West Ham at skora til 2-1 uppá eitt frísparksinnlegg úr høgru síðu, eftir at Liverpool leikarin, Lucas Leiva, hevði gjørt eitt heldur klossut fríspark. Miðverjin hjá West Ham, Angelo Ogbonna, skoraði avgerandi málið fyri West Ham.

 

Í annaðkvøld verður enn ein retur dystur á skránni í FA Cup. Tá tekur Peterborough á heimavølli móti Premier League felagnum West Bromwich Albion.

 

 

West Ham – Liverpool 2-1 (1-0) (1-1 eftir at vanliga leiktíðin var liðug)

1-0         Michail Antonio, 45.

1-1         Philippe Coutinho, 48

2-1         Angelo Ogbonna, 120.