Suðuroy skjótt 100 prosent grøn

SEV er í gongd við at seta sjey vindmyllur upp í Porkerishaganum. Verkætlanin er komin væl ávegis. Tá ið tann verkætlanin er liðug, væntar SEV at kunna veita 100 prosent grøna orku til alla Suðuroynna – í hvussu er í tíðarskeiðum

– Tað er ein spennandi verkætlan í Suðuroynni, sum er komin væl ávegis. Vit vænta, at tá ið hon er liðug, at kunna veita 100 prosent grøna orku til alla Suðuroynna – í hvussu er í tíðarskeiðum, sigur John Zachariasen, nevndarformaður í SEV.

Hann vísir á, at vindurin er óstøðugur í Føroyum. Nýggju vindmyllurnar í Porkeri hava nøkur serlig battarí, sum kunnu geva streym í hálvan tíma, sjálvt um vindmyllurnar steðga.

SEV arbeiðir framvegis eftir visjónini, at øll elframleiðslan á landi skal vera 100 prosent grøn í 2030.

– Ja, tað er okkara mál, og tað er tað, vit arbeiða eftir, sigur hann.

Í fjør vóru bara 40 prosent av elframleiðsluni á landi grøn orka, í mun til næstan 50 prosent árið fyri.

– Líkindi vóru ikki so góð at framleiða grøna orku í fjør. Samstundi veksur tørvurin á grønari orku nógv, sigur John Zachariasen.

Hann vísir á, at fleiri stórar verkætlanir eru í gongd. Ein vindmyllulund verður sett upp á Eiði. Hon verður væntandi liðug í 2021. Arbeitt verður eisini við at fáa eina sokallaða pumpuskipan í Vestmanna. Tann verkætlanin verður eftir ætlan liðug í 2025. Arbeitt verður eisini við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi umframt fleiri øðrum ætlanum.

Lurtið eftir allari samrøðuni, sum Árni Gregersen hevði við John Zachariasen, nevndarformann í SEV, í FM 1 í gjár.