Suðuroyggin var í fokus í fjør

- Vit vóna, at áhugin millum føroyingar fyri Suðuroynni verður eins stórur í ár sum í fjør, sigur kunningarleiðarin á Tvøroyri.

 

Henda myndin er tikin við eitt av fantastisku summarhúsunum í Suðuroy.

Henda myndin er tikin við eitt av fantastisku summarhúsunum í Suðuroy.

 

Í fjør summar og fjør heyst varð Suðuroyggin rættiliga væl vitjað av føroyingum, sum leitaðu sær suður um fjørðin at gista. Fleiri summarhús eru til leigu í Suðuroy, og her eru eisini hotell, gistingarhús og smáttur.

Suðuroyggin hevur fleiri matstøð, kafé’ir, og onkur grillbarr er eisini, og her eru fleiri ymisk tilboð, sum ferðafólk spyrja eftir. Umframt, at Suðuroyggin er serstøk, eru her eisini náttúruvøkur og søgulig støð kring um í oynni, har tú kanst læra um søgu, njóta náttúru og stytta tær stundir. 

Oyggin hevur eitt nú sermerkta og søguliga mentanarhúsið Salt á Drelnesi, Páls Høll og Marghøllina, og her eru onkur søvn, tú kanst vitja. Bæði á Tvøroyri og Vági er ríkt handilslív - við matvørum, drykkjuvørum, klæðum, búnýtis-og gávulutum og ymiskum øðrum.

Í Suðuroy eru ymiskir møguleikar við siglitúrum við eitt nú sluppini Jóhonnu, Thorshavn. Her eru møguleikar at síggja kolaminu, og her kunnu túrar gerast við skjóttgangandi bátum, eins og møguleikar eru um sumrarnar at fara út í Lítlu Dímun.

- Jú, vit merktu væl, at streymurin av føroyskum ferðafólki í fjør var størri enn vanligt, tó at tað ikki eru so nógvir føroyingar, ið venda sær til kunningarstovuna, tá tey eru í oynni. Tað eru meira útlendsku ferðafólkini, sum venda sær higar. Hóast koronu-støðuna, høvdu vit eisini nøkur útlendsk ferðafólk her suðuri í fjør. Hetta vóru serliga fólk, sum komu úr Danmark og onkur hendinga ferðafólk úr øðrum londum.

Tað sigur Rasmus S. Biskopstø, kunningarleiðari hjá Tvøroyrar kommunu.

Hann vísir á, at tá tey eitt ár sum í fjør hittu fólk úr øðrum londum í Suðuroy - og eisini onkur ferðafólk úr fjarskotnum londum - vóru hetta oftast fólk, sum komu úr Danmark, har tey helst eru lesandi og vóru komin heim til Føroya at halda frí í nakrar dagar.

Men, eins og lutfalsliga fáir føroyingar fóru uttanlands at ferðast í fjør summar, var eisini talið av útlendskum ferðafólki í Føroyum ógvuliga avmarkað. 

- Vit hava eingi neyv hagtøl yvir, hvør vitjaði Suðuroynna í fjør, men okkara greiða eygleiðing er, at hetta serliga vóru føroyingar, og vitjaninar vóru rættiliga nógvar, leggur kunningarleiðarin aftrat.

Rasmus S. Biskopstø heldur tað vera ógvuliga trupult at meta um summarið, sum nú stundar til, tí hetta veldst so nógv um, hvør koronu-støðan bæði í Føroyum og kring um okkum verður til ta tíð.

- Tað eru tey, sum halda, at alt verður sum vanligt aftur í summar, meðan onnur halda, at vit kanska mugu bíða eitt ár aftrat. Hetta er púrasta ógjørligt at siga í løtuni. Tað verða helst umstøðurnar uttan um okkum sum vera avgerandi fyri, um vit fara at fáa útlendsk ferðafólk til Føroya í summar ella ei.

Kunningarleiðarin væntar, at tað, at so mong vitjaðu í Suðuroy í fjør, sum kanska annars høvdu farið sær ein túr uttanlands, fer at gera, at Suðuroyggin eisini fer at fáa nógvar føroyskar gestir í summar.

- Tá fólk hava havt eina góða uppliving, er hugsandi, at tey vitja aftur, og í aðrar mátar kunnu vit rokna við, at ringarnir breiða seg í vatninum, soleiðis at onnur eisini hava hug at vitja oynna. Vit vóna, at áhugin millum føroyingar fyri Suðuroynni verður eins stórur í ár, og vit vóna eisini - um koronu-støðan loyvir tí - at vit kunnu fáa nakrar fleiri útlendskar gestir aftur í oynna, sigur Rasmus S. Biskopstø.

##med2##

 

 

Henda myndin er tikin við eitt av fantastisku summarhúsunum í Suðuroy.

Rasmus S. Biskopstø, kunningarleiðari hjá Tvøroyrar kommunu.