Suðuroyingar vilja hava somu sømdir sum øll onnur

Tað er bara eitt svar, og tað er undirsjóvartunnil

Suðuroyingar eru níggju prosent av Føroya fólki, og vit halda, at vit hava krav uppá somu møguleikar sum restin av landinum.

Tað siga teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroy í opnum brævu til Landsstýrið og Løgtingið í dag.

Og teir siga, at skulu vit suðuroyingar hava somu møguleikar sum størsti partur av landinum, er fast samband svarið.

Tí heita borgarstjórarnir á Landsstýrið um at seta 6-7 milliónir av á fíggjarlógini fyri næsta ár til kanningararbeiði í samband við Suðuroyartunnilin. Og somuleiðis verður heitt á Landsstýrið um at seta 6-7 milliónir av á fíggjarlógini fyri 2021 til hetta kanningararbeiði. Endamálið við tí skal vera at tað skal vera klárt at fara undir at bora Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er boraður ígjøgnum seint í 2021.

Fólkatalið í Suðuroynni er minkað ár um ár, og er síðani 1985 er tað minkað fleiri enn 1.250 fólk, og tað er ein minking upp á umleið 11,5 proent.

Sama tíðarskeið er fólkatalið í Føroyum vaksið 6.600 fólk, ella góð 14,5 prosemt.

– Hóast bestu tíðir í Føroyum í eini 30 ár – og hóast tvey nýggj stór arbeiðspláss eru komin í Suðuroynni seinastu árini – er gongdin í Suðuroynni framvegis skeiva vegin og onki bendur á at nøkur broyting er í væntu, siga borgarstjórarnir í Suðuroy.

Teir siga, at høvuðstrupulleikin er, at Suðuroyggin ikki hevur fast samband við meginøkið, har tey nógvu størvini eru til útbúgvin fólk.

– Og tá ið ungir suðuroyingar, eins og ung í restina av landinum, nema sær útbúgving og fara av oynni í hesum ørindum, eru sera avmarkaðir møguleikar at venda aftur til Suðuroynna og fáa arbeiði eftir lokna útbúgving. 

– Hetta er eisini høvuðsorsøkin til minkandi fólkatalið – og av somu orsøk er fast samband neyðugt fyri framtíðina í Suðuroynni, soleiðis at tað ber til at búgva í Suðuroynni og arbeiða í meginøkinum, og kring landið annars.

Teir sjey borgrstjórarnir, sum hava skrivað undir opna brævið til Landsstýrið og Løgtingið, eru:

Janus Thomsen, Hvalbiar kommuna  

Dennis Holm, Vágs kommuna,

Eyðbjørn Thomsen, Sumbiar kommuna

Mikkjal Sørensen, Porkeris kommuna

Jónsvein Hovgaard, Hovs kommuna

Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna

Jóanis Lisberg, Fámjins kommuna