Súkkluskýli gerast mitt á Tórsgøtu

Tórshavnar kommuna ætlar at seta eitt súkkluskýli upp mitt á vegnum í Tórsgøtu í Havn. Bilarnir skulu nú víkja fyri súkklunum.

Undir slagorðunum »Havnin sum súkklubýur« ætlar Tórshavnar kommuna nú at geva súkklunum fyrstarætt í Tórsgøtu í Havn.

Mitt á vegnum millum Meiaríið og Posthúsið skal gerast ein súkkluskúrur, og so skulu bilarnir leiðast uttanum gjøgnum teir parkeringsbásarnar, sum eru uttan fyri Posthúskjallaran. Harvið hvørva trý parkeringspláss í Tórsgøtu.

Sambært Tórshavnar býráð, so er hetta stigið partur av ætlanini at menna Havnina sum súkklubý. Ein millión krónur eru settar av til endamálið.

Sambært innliti í málið, sum in.fo hevur fingið, snýr tað seg um at gera átøk, sum snúgva seg um at gera betringar fyri súkkling í vegakervinum, at menna parkeringsumstøður fyri súkklur umframt at gera tiltøk av ymiskum slag, sum varpa ljós á súkkling og burðardygga ferðslu.

##med3##

– Súkkluskýli til Havnina sum súkklubý er eitt átak í súkkluárinum 2020. Skýlið skapar betri parkeringsumstøður fyri súkklur í miðbýnum. Umframt at fólk fáa staðsett súkklur undir tekju, so fer skýlið at hava aðrar hentleikar til súkklur, eitt nú tænastustøð við pumpu og streymi til el-súkklur, stendur skrivað í málinum.

Býráðið skrivar, at »súkkluskýlið fer at verða ein sjónlig merking í miðbýnum, sum vísir at Tórshavnar kommuna er í ferð við at menna súkkluumstøður umframt ynskir at raðfesta øki til fólk og trivnað í miðbýnum«.

– Súkkluskýlið skal staðsetast á økinum millum Postúskjallarin (Tórsgøtu 8) og Margarinfabrikkina. Økið skal umskipast til eitt býarrúm, sum hevur hentleikar til súkklur umframt benkur og plantur, sum fríðka um økið umframt bjóða til uppihald. Kommunan hevur longu plantað á økinum, og er ætlanin at víðka um hetta, og gera eitt býarrúm kring skýlið, ið hóskar til gøtuna og mentanarvirksemi á gøtuni.

##med2##

Tórshavnar kommuna skrivar, at hon hevur í miðbýarætlanini frá 2016 tilnevnt Tórsgøtu til at verða mentanargøtu, har m.a. matstovur, kaffistovur og onnur mentanarstøð kunnu húsast. Gøtan er eitt mentanarligt knútapunkt í býnum, og tí er hóskandi at gera eitt býarrúm við súkkluskýli á gøtuni, har tað ber til steðga á, seta seg niður umframt seta súkkluna frá sær undir tekju.

– Ferðslan á økinum verður umskipað soleiðis, at allir ferðslubólkar (bilar, súkklur og gongufólk) kunnu ferðast trygt og gott framvið skýlinum. Vegurin fer at snara framvið skýlinum, ið skapar eina ferðsluforðing, soleiðis at bilar mugu seta ferðina niður á økinum, skrivar Tórshavnar kommuna í málsgongdini.