Teistin avlýsir vegna veður

Hann boðar frá nógvum vindi seinni í dag og í morgin, upp í 25 m/s, í hvirlunum, og nú hevur Strandferðslan valt at avlýsa seinastu túrarnar hjá Teistanum í dag.

 

Seinastu túrurin úr Skopun verður klokkan 16.35 og av Gomlurætt klokkan 17.20. 

 

Siglingin hjá Smyrli er eisini broytt, tó ikki fyri veður. Har er tað bógskrúvan, sum skal umvælast. Seinastu túrurin úr Havn í kvøld er fluttur frá klokkan 18.30 til 21.15, og í morgin verða túrarnir klokkan 08.30 og 16 úr Havn og klokkan 11 og 18.30 av Krambatanga ikki sigldir. Tað vil siga, at í morgin siglir Smyril av Tvøroyri klokkan 06.00 og úr Havn aftur klokkan 21.15.