Sum støðan er nú kann eg ikki taka undir við hesum

Elsa Berg vil ikki brúka eina millión upp á at kanna møguleikan fyri at lata Havnará upp aftur

Elsa Berg vildi ikki atkvøða við hinum býráðslimunum í Havn

Elsa Berg vildi ikki atkvøða við hinum býráðslimunum í Havn

Sum støðan er nú, kann eg ikki taka undir við, at vit brúka eina millión upp á at kanna møguleikan fyri at lata Havnará upp aftur. Tað sigur Elsa Berg, nývaldur býráðslimur fyri Tjóðveldi.

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at brúka eina millión upp á at kanna um tað ber til at lata Havnará upp aftur. Tað varð samtykt við stórum meiriluta, tí 12 av teimum 13 býráðslimunum atkvøddu fyri tí.

LES MEIRI: Vilja gera tað hugnaligari í miðbýnum í Havn

Sostatt var Elsa Berg tann einasti, sum andøvdi ímóti og vildi ikki samtykkja at seta pengarnar av til endamálið. Eisini í Tjóðveldi er hon einsamøll tí eisini hinir báðir býráðslimirnir frá Tjóðveldi atkvøddu fyri.

Tá ið býráðið samtykti málið, segði Elsa Berg, at henni dámar sera væl hugskotið at hava eina á at renna oman ígjøgnum miðbýnum.

Men hinvegin heldur hon, at tað eru rættiliga nógv grundleggjandi viðurskifti í kommununi, sum liggja á láni, og sum eiga at verða framd áðrenn pengar verða brúktir upp á at lata Havnará upp aftur.

­­– Vit eru í eini veðurlagskreppu, og vit eru í eini bústaðarkreppu, sum fær fólk at flyta av landinum, tí tey fáa ikki tak yvir høvdið. Og vit eru í eini tíð, har fólk flyta av landinum tí tey hava eitt barn við serligum tørvi, sum ikki fær ta neyðugu hjálpina, segði hon

– Samstundis mangla vit ellisheim, og vit hava ikki nokk av starvsfólkum á dagstovnunum. Og harafturat eru kloakkviðurskiftini vánalig, førdi hon fram. Vit hava stórar dreymar á veðurlagsøkinum, men vit eru ikki sinnað at seta pengar av til endamálið, legði hon afturat.

– Tað eru nógv grundleggjandi viðurskifti í kommununi, sum ikki eru nøktandi. Tað er dýrt at fáa tey í rættlag, men eg haldi, at fyrst av øllum eigur Býráðið at hava eitt orðaskifti um hesi viðurskiftini, áðrenn vit fara at tosa um at lata Havnará upp aftur. Og tí kann eg ikki atkvøða fyri ti, segði Elsa Berg. 

Elsa Berg vildi ikki atkvøða við hinum býráðslimunum í Havn