Salong 55 skift navn og hølir

Eigarar og starvsfolk á Marisell, Linda Jensen, Selma MacIntosh, Ann-Mari Vatnhamar, Sonja á Argjaboða og Mariann Johannesen (Mynd: Álvur Haraldsen)

Eigarar og starvsfolk á Marisell, Linda Jensen, Selma MacIntosh, Ann-Mari Vatnhamar, Sonja á Argjaboða og Mariann Johannesen (Mynd: Álvur Haraldsen)

Frisørsalongin, sum í mong Harrans ár helt til á Tinghúsvegi 55, og eisini hevði navn eftir bústaðnum, heldur í dag til í Magnus Heinasonargøtu, har sum McGavin helt til í mong ár.

 

Tær yvirtóku salongina 1. juni, og frá 1. august hava tær økt um útboðið við tað at tað nú esini kunnu fáast kosmetologiskar viðgerðir har.

 

- Vit hava sæð ein tørv á kosmetologiskum viðgerðum, og tí hava vit fingið Mariann Johannesen, sum er útbúgvin, við í toymið, sigur Selma MacIntosh, ið er ein av teimum fimm eigarunum.

 

Hini eru Ann-Mari Vatnhamar, Linda Jensen, Sonja á Argjaboða, umframt nú eisini Mariann Johannesen.

 

Tær hava varðveitt sín stóra kundaskarða og hava nóg mikið at gera.

 

- Hjá mær er støðan tann, at eg má upparbeiða mær ein kundaskarða, men eg havi havt nakrar kundar síðani eg byrjaði 1. august, sigur Mariann Johannesen.

 

Navnið McGavin hevur tó staðið á húsavegginum heilt fram til hesa vikuna, men tað er nú broytt.

 

- Nýggja navnið, sum kom upp í gjár, er Marisell, ið er ein samanrenning av nøvnunum Ann-Mari, Mariann og Selma, sigur Selma MacIntosh.