Summarhús á Glyvursnesi brann í grund

Tað var ringt at sleppa fram at at sløkkja

Í gjár varð boðað frá, at eldur var í einum summarhúsi á Glyvursnesi. Sløkkiliðið varð boðsent, men tað var lættari sagt enn gjørt at sleppa fram at at sløkkja, tí eingin vegur er til húsið.

Úrslitið var at Tyrlan mátti flúgva sløkkiliðisfólk á staðið, men tá var so nógvur eldur, at tey fóru ikki í holt við at sløkkja, men lótu húsið brenna í grund.

Nú fara tey at vita, um tað ber til at staðfesta, hví eldur kom í húsið. Tað er ikki elektrisitet í húsinum, men tað hevði brenniovn, tó at tað ber ikki til at siga, um eldurin stavaði haðani.