Summarveður um vikuskiftið

Tað verður turt, sól og upp til 15 stig

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Aftaná fyrsta illveðrið í heyst rakti oyggjarnar síðsta vikuskiftið, kunnu føroyingar nú gleða seg til eitt vikuskiftið við summarveðrið.

Seinasta veðurforsøgnin hjá donsku veðurstovuni DMI vísir, at vit um vikuskiftið kunnu vænta turt veður, løtur við sól og upp til 15 hitastig.

Fríggjadag:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Tað klárnar og sólin sær møguliga. Hitin alt døgnið millum 10 og 14 stig.

Leygardag:
Gul til stívt andøvsgul av suðri, seinni av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sólin sær møguliga. Hitin alt døgnið millum 10 og 15 stig.

Sunnudag:
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, seinni út landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sólin sær møguliga. Hitin alt døgnið millum 10 og 15 stig.

Mynd: Ingi Sørensen