Kveikjandi ferðavinnudagur

Ætlanin við tiltakinum er at stimbra luttakarar og dagføra kunning og vitan um ferðavinnuøkið.

Kunningarstovur fara eisini at greiða frá um teirra arbeiði í økinum.

Kunningarstovur fara eisini at greiða frá um teirra arbeiði í økinum.

Leygardagin 13. februar skipar felagið Ferðavinnan í Eysturoy fyri ferðavinnudegi, har vinna, veitarar og áhugað annars fáa høvi at koma saman um ferðavinnuna í økinum.

 

Ætlanin við tiltakinum, sum verður í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, er at stimbra luttakarar, dagføra kunningina og vitanina um ferðavinnuøkið, sum umframt Eysturoy eisini fevnir um Norðurstreymoy.

 

Endamálið við degnum, sum byrjar klokkan 10, er eisini, at netverkið í økinum verður skipað betri framyvir.

 

Skráin fyri dagin byrjar við kveikjandi innslagi, og eftir hetta fara kunningarstovurnar í økinum at greiða frá um teirra arbeiði.

 

- Á ferðavinnudegnum verða eisini tónleikainnsløg, her verður ábit, og her verður tosað um skipan av netverki, vita tey á VisitEysturoy at siga.