Sunnvá og Martin vunnu húsini

Finalan av donsku sendingini »Nybyggerne« er nú av, og tá talt var upp var greitt, at føroyska parið Sunnvá og Martin høvdu flest atkvøður og eru tí eini heil hús ríkari

Fyri løtu síðani varð greitt, at føroyska parið hevði vunnið

Fyri løtu síðani varð greitt, at føroyska parið hevði vunnið

Finalan av donsku sendingini »Nybyggerne« er nú av, og tá talt var upp var greitt, at føroyska parið, Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen, høvdu flest atkvøður og eru tí eini heil hús ríkari. Og nú ætla tey bæði at flyta til Silkeborg í nýggju húsini

– Mamma Martin er úr Jútlandi, og nakað av familjuni hjá honum býr har um leiðir, so vit vera ikki heilt einsamøll, tá vit flyta til Jútlands, sigur Sunnvá Dahl Rasmussen.

##med2##

Nybyggerne er ein sending, ið hevur verið víst á TV2 tey seinastu fimm árini. Sendingin snýr seg um fýra pør, sum skulu innrætta hvør sítt hús í Silkeborg. Røðin er í níggju pørtum, og í hvørjum parti fara pørini undir eitt ella fleiri rúm í húsinum, sum skal innrættast. Tey fýra pørini fáa hvør sínar 300.000 krónur til verkætlanina, men í hvørjum parti er eitt par, sum við besta avrikinum ta ferðina, vinnur 20.000 krónur.

##med3##

Sendingin varð tikin upp í átta vikur í mai og juni mánað í ár, og Sunnvá Dahl Rasmussen greiðir frá, at tað var ein lærurík uppliving. 

– Vit hava lært nógv um tilgongdir og mannagongdir. Hvar man byrjar, hvat er umráðandi, hvussu langa tíð tingini taka og hvat tilfarið kostar. Tað hevur verið stuttligt, tí hvønn dag í átta vikur hava vit skapað okkurt frá botni av. Tað er motiverandi, sjúkligt og øgiliga strævið, sigur hon ágrýtin.  

Húsið, sum verður umvælt er 125 fermetrar, og tað hevur eina gongd, trý kømur, ves, stórt alrúm og úrtagarðsøki bæði framman og aftanfyri.

Fyri løtu síðani varð greitt, at føroyska parið hevði vunnið

Sunnvá og Martin gjørdust ovurfegin, tá tey fingu boðini

Tey fingu skeyti til húsini handað við tað sama