Aftara rað: Regin Bláhamar, Ólavur Poulsen, Jack Poulsen, Fríðrikur Bláhamar, Pauli Jacobsen, Harald Haraldsen og Magnus Gummarsson. Fremst: Jógvan Petersen, Sámal Bláhamar og Magnus Olsen.

Super Dekk Service 45 ár

Í sambandi við at 45 ár eru liðin síðan dekkfyritøkan Super Dekk Service varð stovnað, var skipað fyri eini hugnaløtu týskvøldið 16. apríl, har nøkur av teimum fyrstu starvsfólkunum vóru komin saman at hyggja eftir gomlum myndum og at minnast gamlar dagar.

Aftara rað: Regin Bláhamar, Ólavur Poulsen, Jack Poulsen, Fríðrikur Bláhamar, Pauli Jacobsen, Harald Haraldsen og Magnus Gummarsson. Fremst: Jógvan Petersen, Sámal Bláhamar og Magnus Olsen.

Super Dekk Service varð stovnað 1974 í Vestmanna og flutti sama ár til Havnar. Byrjað varð við Velbastaðvegin, og eftir nøkur ár í Jekaragøtu varð í 1979 flutt niðan í bygningin við Hoyvíksvegin 66, har fyritøkan enn er.

Fríðrikur Bláhamar yvirtók seinni fyritøkuna eftir pápa sín og stovnaði nýtt felag, sum í dag er best kent undir navninum First Stop.