Suzuki XC4 S-Cross

Nýggi Suzuki SX4 S-Cross er komin á føroyska marknaðin sum ein sera rúmligur og væl útgjørdur familju- og frítíðarbilur

Designið er smart og aerodynamiskt við lágari luftmótstøðu. SX4 S-Cross er ein væl útgjørdur bilur við so gott sum allari útgerðini sum standard.

Bilurin er liðiliga innrættaður og sera rúmligur við stórari baklúku. SX4 S-Cross er 25 cm longri enn núverandi SX4 Combiback.

SX4 S-Cross fæst við 1,6 bensinmotori við 120 hk og við 1,6 dieselmotori við 120 hk. Motorarnir eru økonomiskir og reinir og lúka øll krøv til strangasta Euro normin hvat CO2-útláti og brennievnisnýtslu viðvíkur.

Í standardútgávuni verður SX4 S-Cross drivin av forhjólunum, meðan hann eisini fæst sum 4x4 Allgrip. Talan er um eina nýggja framkomna 4x4 skipan.

Bilurin fær sera góð ummæli

Suzuki SX4 S-Cross fær sera góð ummæli frá evropeiskum motorjournalistum, sum m.a. nevna at Suzuki nú eru klárir við einum nýggjum seriøsum og attraktivum Crossover. Talan er um ein familjubil, sum í mun til forgangaran er størri, hevur meira pláss og er munandi meira økonomiskur. Bensin útgávan koyrir umleið 18 km/l og diesel útgávan koyrir upp til 24 km/l. SX4 S-Cross rakar ein breiðan kundaskara, bæði sum familju og frítíðarbilur.

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors, har tey vænta tey sær nógv av nýggja SX4 S-Cross, sum kann kappast við aðrar bilar í sínum klassa bæði í dygd og prísi. Prísur úr einans kr. 214.990.