Myndina eigur norska Kystverket.

Svalbard: Nú skal Northguider bjargast

Northguider, sum hevur staðið á einum flúri á Svalbard í meira enn sjey mánaðir, skal nú tettast og hálast av aftur.

 

 

Myndina eigur norska Kystverket.

 

Tað var nógvur vindur og kavaveður, tá norski trolarin, Northguider, sigldi á ein flúr í Hinlopensundinum norðarlaga á Svalbard hin 28. desember í fjør. Teir 14 menninir, sum vóru við skipinum, vórðu allir bjargaðir, hóast tað var myrkt, og umstøðurnar vóru truplar.

Alla hesa tíð síðan hevur skipið ligið í Hinlopensundinum, har tað ein stóran part av tíðini hevur ligið í ísi. Ætlanin hevur alla tíðina verið at fáa skipið av aftur, og her hevur verið bíðað eftir røttu løtuni við ongum ísi, eins og hugsað hevur verið um sjófuglalívið í økinum.

Nú er so arbeiðið byrjað - at tetta skipið, fáa tað á rættkjøl aftur og síðan at fáa trolaran leysan av flúrinum. Í byrjanini av hesum átaki, sum helst fer at taka nakrar vikur, hava veður og vindur longu nú seinkað arbeiðnum nakað. Væntandi er, at arbeiðið verður bæði drúgt og trupult.

Tað er reiðaríið Opilio AS í Austevoll í Noregi, sum eigur Northguider, og tað er reiðaríið, sum hevur sett bjargingina í gongd eftir krøvum frá norsku myndugleikunum. Tað er tryggingarfelagið hjá reiðarínum, sum hevur praktisku ábyrgdina av verkætlanini.

- Vit høvdu ein byrjunarfund við partarnar í Longyearbýnum á Svalbard hin 31. juli. Síðan sigldu teir, sum skulu gera arbeiðið, til skipið og brúktu nakrar dagar har at fyrireika seg til uppgávuna, sigur Lill Veronika Benjaminsen, ráðgevi hjá Kystverket, við www.sysla.no.

Hon vísir á, at skipsskrokkurin er kannaður og hugt hevur verið eftir, um skipið hevur størri skaðar enn áður hildið, nú tað hevur ligið so leingi. Arbeiðið er nú byrjað at styrkja skipsskrokkin, og lyftiútgerð skal setast upp, sum skal fáa skipið á beint og út á djúpri vatn.

##med2##

Tá Northguider sigldi á flúrin, hevði skipið 320 rúmmetrar av olju umborð, og oljan mátti fáast úr skipinum sum skjótast. Hetta arbeiðið varð gjørt farna vetur. 

Lill Veronika Benjaminsen væntar, at verkætlanin at fáa skipið av aftur flúrinum, soleiðis at tað kann sleipast úr økinum, fer at taka meira enn ein mánaða. - Í løtuni eru so nógvir óvissir tættir, men eg vænti, at vit vita meira um nakrar dagar, leggur hon aftrat.

Tá Northguider einaferð verður leysur av flúrinum - um alt gongur, sum ætlað - verður skipið fyrst sleipað til Longyearbýin á Svalbard og síðan til Bergen. Men, tað er greitt, at trolarin verður ikki umvældur, soleiðis at hann kann fara til fiskiskap aftur.

##med3##

Kostnaðurin av at umvæla Northguider verður nógv størri enn veruliga virðið, sum skipið hevur, og tí er eingin ivi um, at skipið verður skrottað og selt sum gamalt jarn.

Myndina eigur norska Kystverket.

Reyði bletturin vísir, hvar Hinlopensundið á Svalbard er, og tað er um hesar leiðin, at Northguider liggur.

Soleiðis sær út í dag, har Northguider liggur. Nú er eingin ísur. Mynd: Kystverket.