Svartfossur á Sandi við búskúrum

- Soleiðis, sum eg havi skilt, hava vit somu avtalu við NCC, sum NCC hevur við Sjóvar kommunu, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu.

 

 

Tíðliga í morgun kom skipið Svartfoss hjá Eimskipum á Sand við búskúrum, sum skulu setast upp á kampingøkinum í Skopun. Hetta eru skúrar, sum teir, ið skulu arbeiða í Sandoyartunlinum úr Sandoynni, skulu búgva í. 

Longu stundisliga varð byrjað at lossa skúrarnar í land av Sartfossi, og til hjálpar á bryggjuni var ein stórur stakkari hjá Føroya Grótvirki í Skopum. Tað er av besta veðri í morgun, so her var eingin trupulleiki hjá skipinum at leggja at.

##med2##

- Vit hava bjóðað kampingøkið fram, og NCC hevur tikið av. Tað eru vit ógvuliga fegin um, segði borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, við In.fo herfyri.

Sambært borgarstjóranum flyta fleiri arbeiðsmenn til Skopunar at búgva í búskúrum, meðan stóra tunnilsverkætlanin verður framd, og hetta sær hann sum ein kærkomnan møguleika hjá Skopunar kommunu.

Gerhard Lognberg vildi ikki seta nakað tal á, hvussu nógvir arbeiðsmenn væntandi koma at búgva í Skopun og soleiðis koma at verða borgarar í kommununi, meðan verkætlanin er í gongd.

Men, soleiðis sum In.fo skilir, verður talan um eitt munandi tal av fólki, kanska einir 25-35 arbeiðsmenn, sum hesi árini koma at heima sín heimstað í Skopun og arbeiðspláss í Sandoyartunlinum.

##med3##

Tað er longu væl síðan, at fyrsta skotið varð latið av í Traðardali á Sandi, og á Gomlurætt hevur eisini dúgliga verið arbeitt við at fyrireika veg og lendi til tunnilsbygging.

Sum skilst, er klárt at byggja at bora í Sandoynni, tá maskinurnar í Eysturoyartunlinum verða tøkar - um nakrar fáar vikur. Ein maður hjá NCC, sum vit skiftu orð við í gjár, segði, at ætlanin er at byrja at bora í Sandoynni fyri summarfrítíðina.

##med4##

- Soleiðis, sum eg havi skilt, hava vit somu avtalu við NCC, sum NCC hevur við Sjóvar kommunu, nú tunnilsfólk hava búð í húsvognum á Strondum, síðan byggingin av Eysturoyartunlinum byrjaði, segði Gerhard Lognberg.

Vegna Skopunar kommunu er borgarstjórin fegin um hesa avtalu, sum hann eisini væntar kemur at geva kommununi nýggjar inntøkur.

##med5##