Sveis bannar burka

Við teprum meiriluta hevur sveisiska fólkið á fólkaatkvøðu samtykt eina lóg, sum bannar fólki at fjala andlitið í almenna rúminum

Sveisiska fólkið hevur á fólkaatkvøðu samtykt at banna fólki at fjala sítt andlit á almennum støðum. Sostatt verður eisini bannað muslimskum kvinnum at ganga við burka ella niqab á almennum støðum.

Hóast lógaruppskotið, sum nú hevur verið til fólkaatkvøðu, fevnir um øll sløg av klædnapløggum og ymsar hættir at fjala sítt andlit, bleiv uppskotið rættiliga skjótt umrøtt sum “burkabannið”. Lógaruppskotið gevur undantøk til tey, sum noyðast at fjala sítt andlit orsakað av trygd, veðurlagi ella heilsu – og harvið er framvegis loyvt at vera í masku fyri at verja seg og onnur móti Covid-19. Og tað fer framvegis at verða loyvt at vera í burka og niqab inni í moskum.

Heimasíðan swissinfo.ch skrivar í dag, at ein tepur meiriluti upp á umleið 52% hevur sagt ja til lógaruppskotið, sum ikki er lagt fram av nøkrum politiskum flokki, men av einum privatum initiativi.

Sveis er kent fyri sítt beinleiðis demokrati við nógvum fólkaatkvøðum um alt møguligt. Hetta er tó bert 23. ferð í 130 ár, at eitt lógaruppskot frá einum privatum initiativi – sum krevur 100.000 undirskriftir fyri at sleppa til fólkaatkvøðu – verður samtykt.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni er eisini ein ósigur hjá sveisiska tjóðartinginum, sum hevur verið ímóti banninum við tí grundgeving, at tað er óneyðugt.

Í 2009 varð bann sett fyri at byggja minaretir í Sveis, eisini eftir fólkaatkvøðu. Mett verður, at umleið 5% av íbúgvunum í Sveis eru muslimar.

Fimm onnur evropeisk lond, teirra millum Frakland og Eysturríki, hava longu sett eitt líknandi bann í gildi.