Á Monroe College í USA ger føroyski Sverri Finsson um seg í amerikanskum fótbólti, og hann droymir um at koma heilt upp á tindarnar.
- NFL er heilt klárt realistiskt, men tað krevur hart arbeiði. Eg njóti hvørja løtu av ferðini, og eg gleði meg hvønn dag til at blíva betri enn eg var í gjár, sigur hann.
Sverri hevur áður spælt við Copenhagen Towers í bestu donsku deildini, men hann hevur nú spælt eitt kappingarár í NJCAA-deildini, har hann spælir við Monroe Mustangs.
Sverri er 24 ára gamal, og hann spælir outside linebacker hjá Monroe Mustangs, sum hevði eitt frálíkt kappingarár í fjør og spældi seg allan vegin í bowl-dystin, sum er eitt slag av einari finalu.
Drúgv grein er at lesa um Sverra Finsson í Sosialinum frá mánadegnum, har hann eitt nú greiðir nærri frá um upprunan, gerandisdagin í New York og um framtíðarætlanirnar.