Ein sera góð uppliving

Teitur sá sonnum út til at hugna sær á pallinum í gjár (Mynd: Eydbii Myndir)

Teitur sá sonnum út til at hugna sær á pallinum í gjár (Mynd: Eydbii Myndir)

Teitur hevði útgávukonsert fyri fløguni Story Music í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjárkvøldið. Fløgan kemur út í næsta mánaði og fevnir hon um tíggju løg, sum øll eru smáar søgur, ið Teitur fortelur á sín egna sermerkta og sjarmerandi hátt.


Teitur skal á konsertferð kring allan knøttin í sambandi við, at fløgan kemur út, men hevði frumframførslu í gjárkvøldið, har hann spældi fyri fullum sali í Mentanarhúsinum.


Benjamin Petersen hitaði upp við at spæla nøkur løg, áðrenn Teitur kom á pallin saman við bólkinum, sum var mannaður við Jan Rúna Poulsen og Derek Murphy á trummum og percussion, Andreas Restorff og Unnur Danielsen á cello og Benjamin Petersen á gittar.


Eftir konsertina fingu vit stutt orðið á høvuðspersónin sjálvan, sum var meiri enn vælnøgdur:


- Hetta var øgiliga spennandi og eitt slag av kulminatión. Vit hava vant hvonn dag í fleiri tímar í Tøting í Gøtu, har vit hava vant hvørt lag fleiri ferðir, so vit hava glett okkum at spæla alt tilfarið út í eitt. Hetta var fyrsta ferðin, at vit upplivdu alt sum eina konsert, tað var spennandi og deiligt at sleppa at deila tað við glaðum fólki. Hetta var ein øgiliga góð uppliving, segði Teitur Lassen eftir konsertina.

 

Hoyr nýggja staklagið av fløguni Story Music, ið rópast Rock And Roll Band HER.

 

Sí myndir frá útgávukonsertini, ið Eydbii Myndir hevur tikið, HER: