Sviku ljósini hevði tokið havt neyðbremsað

Tað sigur tokstjórin, Michael Borre, sum her greiðir frá, hvussu skipanin virkar, tá tokið nærkast vegkrossinum.

Mynd: Per Øxenholt/Ritzau Scanpix

Mynd: Per Øxenholt/Ritzau Scanpix

 

Økið, har syrgiliga hendingin fór fram nær Trustrup í Danmark um vikuskiftið, tá faðir og sonur úr Noregi lótu lív í samanstoyti við eitt tok, verður roknað sum trygt hjá bilaferðslu. Her er eingin bummur á krossinum, men bæði ljós-og ljóðávaring, tá tokið nærkast.

Tað var ein norsk familja, sum var í persónbilinum. Meðan faðir og sonur lótu lív, yvirlivdu kona og dóttir, og tey eru ikki í lívsvanda, veit danska løgreglan at siga. Eftir hendingina hava grannar sagt, at ljósávaringin við vegkrossin ikki altíð hevur virkað, sum hon skal.

Men, her er stjórin við ábyrgd fyri tokinum, Michael Borre, ikki samdur. Hann vísir á, at tað er eingin skrásettur tilburðir í nevnda krossi, har ávaringarskipanin ikki hevur virkað, sum hon skal. 

Hann leggur aftrat, at høvdu ávaringarljósini ikki virkað, hevði tokið havt neyðbremsað. Skaðanevndin varð beinanvegin boðsend og arbeiðir nú við at greiða, hvat hendi í hesi vanlukku. 

- Vit hava latið Skaðanevndini alt viðkomandi tilfar, sum eitt nú fevnir um ljóð-og videoupptøkur. Hetta er jú ein nútímans tokskipan, og tí fyriliggja eisini upptøkur av koyringini hjá tokinum.

Stjórin vísir á, at síðuspeglini í tokinum ikki bara eru síðuspegl, men myndatól, og tey hava latið Skaðanevndini allar upptøkur.

- Tá tokið kemur koyrandi fram móti vegkrossinum við 75 kilometrum um tíman, rakar tokið ein "tendringsstað", sum skal skráseta, at tokið kemur. Tá fara ávaringarklokkurnar í gongd, og tríkantarnir fara at blunka. Soleiðis fær tokførarin eina váttan um, at ávaringarskipanin er virkin.

##med2##

Michael Borre sigur, at um tokførarin ikki fær hesa váttan, tá tokið nærkast krossinum, neyðbremsara tokið úr 75 kilometrum um tíman og niður á 0 eftir lítlari løtu. Hann vísir á, at hetta hendi ikki í viðkomandi føri, har persónbilurin við norsku familjuni stoytti saman við tokið.

- Vit hava ongar skrásetingar av slíkum tilburðum. Hvat so er hent kortini, arbeiðir Skaðanevndin við at greiða, sigur tokstjórin við www.stiften.dk

 

 

Mynd: Per Øxenholt/Ritzau Scanpix