Svimjihøllin verður eitt stig nærri veruleika

Nevndirnar mæla býráðnum í Runavík at samtykkja játtan til at neyvætla vinnarauppskotið, so tað næsta ár verður klárt at bjóða svimjihøllina út

Tað gongur tann vegin, at Runavíkar kommuna fer at fáa svimjihøllina, sum tey hava longst eftir í eina hálva øld.

Eitt av málunum á býráðsfundi, sum hósdagin verður í Funningi, er tilmæli frá mentanarnevndini og fíggjarnevndini um at játta pengar til at neyvætla, sum tað verður sagt, vinnarauppskotið, so tað verður klárt at bjóða svimjihøllina út.

Arbeiðið verður mett at kosta 6-7 milliónir krónur. Hálvonnur millión er játtað í ár, og nevndirnar mæla býráðnum til at samtykkja, at restupphæddin verður sett á fíggjarætlanina fyri 2020, sum býráðið skal samtykkja í heyst.

Ætlanin er, at svimjihøllin skal byggjast undir sama takið sum Bylgjan og ítróttarhøllin og norður ímóti apotekinum.

Tilmælið til býráðsfundin, sum verður í Funningi hósdagin klokkan 17, ljóðar soleiðis:

Í 2016 vóru 500t kr. settar av til svimjihallarmálið og varð heitt á ráðgevingarfyritøkuna COWI um at standa fyri fyrireikingararbeiðinum.

Arkitektakapping varð útskrivað í innbodnari kapping og átti BBP Arkitektar  vinnarauppskotið (sama felag sum teknaði Bylgjuna)

Eftir at vinnarauppskotið er viðgjørt, serliga í mun til kostnað, er ætlanin komin nøkulunda á tað støði viðvíkjandi fíggjarkarmi, sum býráðið hevur havt ætlanir um skal vera karmurin.

Kostnaðurin fyri at neyvætla vinnarauppskotið í arkitektakappingini er mettur at liggja um 6-7 mió. kr. og verður mælt til, at 1,5 mió. kr. verða brúktar í hesum fíggjarárinum til at neyvætla fyri, peningurin er settur av á FÆ2019, og at tað sum restar í verður sett av á fíggjarætlanini fyri 2020. Neyvætlingin væntast at taka umleið eitt ár. Mælt verður til at borgarstjórin og umsitingin fáa heimild til at samráðast við BBP Arkitektar og at gera eina avtalu við felagið um eitt neyvætlað uppskot, sum er búgvið at bjóða út til arbeiðstakarar at byggja, táið tað er liðugt.

-Mentanarnevndin tekur undir við, at avtala verður gjørd við BBP Arkitektar, um at neyvætla svimjihøllina við støði í vinnarauppskotinum í arkitektakappingini.

-Fíggjarnevdnin mælir til at málið verður lagt fyri býráðið, saman við eini rakstrarætlan, sum mentanardeildin fær til vega til býráðsfundin.

-Mentanarnevndin hevur á fundi viðgjørt eina rakstrarætlan, sum liggur í málinum.