JT-Electric vann útboðið

Landsverk hevur gjørt av, at taka av tilboðnum frá JT-Electric um eftirlit og viðlíkahald av tunlum

Mynd: Landsverk.fo

Mynd: Landsverk.fo

Tann 10. juni var lisitatión á Landsverki um eftirlit og elektriskt viðlíkahald av Norðskálatunlinum. Leynatunlinum, Hovstunlinum, Leirvíkartunlinum og Kollfjarðatunlinum

 

Fýra tilboð komu inn, og lægsta boð eigur JT-Electric úr Fuglafirði, sum ljóðar á 152.280 krónur.  

 

Landsverk hevur nú viðgjørt tilboðini og gjørt av at gera sáttmála við JT-Electric. Tað er tó ikki einans prísurin, ið er avgerðandi fyri, hvør fær uppgávuna. Í metingini telir prísurin 40 prosent, organisasjón 40 prosent og tilkallitíð 20 prosent.

 

Tilboðini vóru hesi:

 

                 Krónur: 

EL.FO

196.000

El-service

177.400

JT-Electric

152.280

Eltalvuvirkið

215.000