Svøríki: 18 deyð innan eitt døgn

Seinasta døgnið hava 18 fólk latið lív av koronavirus í Stokkhólmi, og sostatt er samlaða talið á deyðum í Svøríki komið upp á 62, skrivar svenska blaðið Expressen.

Støðan er álvarsom í Stokkhólmi, har 65 fólk í løtuni liggja á intensivari deild, og tað er 17 fleiri enn í gjár.

Miðalaldurin hjá teimum, ið eru innløgd á intensivari deild í Svøríki fyri koronavirus er 64 ár, og tey flestu teirra hava onkra sjúku, ið hevur havt við sær, at tey eru útsett fyri koronavirus. Av teimum higartil 144 fólkunum, ið hava verið innløgd á intensivari deild í Svøríki, høvdu 28,5 prosent teirra sjúku sum diabetes, meðan 27,8 prosent høvdu okkurt slag av kroniskari hjarta- ella lungnasjúku.

Svøríki hevur ikki gjørt eins nógv burturúr at forða fyri, at fólk savnast, sum onnur evropeisk lond hava. Flestu almennu stovnar hava framvegis opið sum vanligt, og gerandisdagurin hjá teimum flestu er óbroyttur. Tó hava myndugleikarnir sett forboð fyri, at fleiri enn 500 fólk savnast á sama stað, og landamørkini eru lutvíst afturlatin.

Higartil hava umleið 2500 fólk fingið staðfest koronavirus í Svøríki.