Mynd: Elin Lien/ Sýslumaðurin á Svalbard.

Sýslumaðurin vil verja búfuglin

Á Svalbard roynir sýslumaðurin at halda skipaferðslu burturi frá svartfuglabjørgum.

Mynd: Elin Lien/ Sýslumaðurin á Svalbard.

 

Sambært Svalbardpostinum leggur sýslumaðurin nú upp til, at skip og bátar, sum eru størri enn 70 føtur, skulu halda seg í minsta lagi ein kilometur úr Álkufjallinum í Hinlopen fram til hin 15. august.

Á sínum netsíðum vísir sýslumaðurin á, at skipaferðsla í økinum, sum kemur ov nær fuglabjørgunum, kann ræða búfuglin, sum í hesum førinum er polarlomvigi. 

Sýslumaðurin stúrir fyri, at flýgur fuglurin av rókini, tí skip og bátar órógva í økinum, kann tað henda, at egg og ungar fara út av rókunum.

Eisini er vandi fyri, at polarmásar og aðrir slíkir fuglar kunnu taka egg ella ungar.

Um tað verður neyðugt fyri at fáa skip og bátar at vísa varsemi, fer sýslumaðurin sambært Svalbardpostinum at umhugsa ferðsluforboð í Hinlopen.

##med2##

Í Føroyum hevur nógv verið frammi um skjóttgangandi bátar, sum kanska í størri mun enn skipini órógva svartfugl, sum situr á sjónum og í berginum.

Veiðitíðin fyri lomvigu, álku og lunda í Føroyum er frá 1. oktober til 20. januar, og loyvt er eisini at skjóta skarv frá 1. oktober til 30. november.

##med3##

Reyði liturin á myndini vísir, hvar Hinlopensundið á Svalbard er.

 

 

 

 

 

Mynd: Elin Lien/ Sýslumaðurin á Svalbard.