Tá John Ellefsen fekk hjartasteðg

- Um illa vildi til, og eg ikki var komin til lívs aftur, hevði hetta verið ein góður deyði. Men, eg fekk bæði skjóta og góða viðgerð, sigur John Ellefsen.

 

- Tað var ein fantastisk kensla, tá holdið á manninum byrjaði at skifta lit - frá, at John Ellefsen var kolbláur, til hann fekk vanligt dæmið aftur, sigur Kirstin G. Olsen.

- Tað var ein fantastisk kensla, tá holdið á manninum byrjaði at skifta lit - frá, at John Ellefsen var kolbláur, til hann fekk vanligt dæmið aftur, sigur Kirstin G. Olsen.

 

Dagurin er hin 17. januar í 2018, og vit eru stødd í Runavíkar kommunu. John Ellefsen, sum í dag er 75 ára gamal, er komin við bili út til hølini hjá Bláa Krossi í Saltangará. Síðan hann gjørdist pensjónistur, hevur hann brúkt ein part av sínari frítíð til at gera hjálpararbeiði fyri Reyða Kross, har hann einaferð um mánaðin koyrir og savnar brúkt klæðir fyri felagsskapin.

- Dagurin byrjaði sum vanligt. Eg fór upp um 07-tíðina, og einar tveir tímar seinni fór eg at koyra norðureftir. Vanliga er Hans Mortensen við mær, men henda dagin hevði hann forfall. Á yngri árum arbeiddu vit báðir saman hjá Wenzel í eini 17 ár. Nú eg henda dagin var einsamallur á ferðini, gav eg mær góðar stundir.

John Ellefsen greiðir frá, at hann fyrst fór til Klaksvíkar, har systir hansara eisini býr, og haðani til Fuglafjarðar, FK í Saltangará og síðan út til Bláa Kross í Saltangará, har hann var stutt eftir klokkan 13.

Sosialurin, sum kom í hvørt hús mikudagin, setti John Ellefsen og Kirstini G. Olsen stevnu, har tey greiddu frá álvarsliga tilburðinum í Saltangará ein kaldan vetrardag í januar fyri tveimum árum síðan.

Í Saltangará fylti John Ellefsen bilin við klæðum, og hetta gjørdi hann saman við Kristionnu Johannesen hjá Bláa Krossi, men tá hann skuldi fáa tann seinasta sekkin inn í bilin, small hann um og fall í óvit - lívleysur og uttan puls og hjartasláttur. - Um eingin hjálp var í hesi løtu, var eg deyður, men her vóru fleiri ting, sum viðvirkaðu til, at eg kom aftur til lívs.

##med2##

Nakrar tímar, áðrenn John Ellefsen steðgaði í Saltangará henda vetrardag, hevði Stig Davidsen, formaður í Arbeiðarafelagnum Hæddini, sum eigur bygningin, har Blái Krossur hevur høli, sett kassan til hjartastartaran hjá felagnum á bygningin út móti bryggjuvegnum.

Kassin til hjartastartaran stóð soleiðis beint við, har ógvusliga hendingin fór fram.

Men, tað vóru so sanniliga eisini onnur ting, sum vóru avgerandi fyri, hvør lagnan hjá John Ellefsen hendan dagin skuldi vera. Stutt frammanundan var Kirstin G. Olsen, sum býr í Saltangará, komin framvið.

Kirstin G. Olsen hevði júst koyrt mammu sína til Bláa Kross, har mamman hjálpir til. Hóast Kirstin hevði ymiskt at takast við henda dagin, tí elsti sonur hennara hevði føðingardag, fór hon ikki avstað aftur beinanvegin. Á Bláa Krossi var fundur um, hvussu tey skuldu skipa seg fram eftir, og tískil steðgaði Kirstin G. Olsen á at drekka ein kaffimunn.

Og nú skuldi tað vísa seg, at júst hesin lítli steðgur og kaffimunnur gjørdist bjargingin hjá John Ellefsen. Nøkur fá ár frammanundan hevði Kirstin G. Olsen tikið heilsurøktaraútbúgving í Suðuroy, har ein partur av útbúgvingini er at læra at geva lívbjargandi fyrstuhjálp og at brúka ein hjartastartara.

Hevði hon henda dagin sett mammu sína av og var farin beina leið avstað aftur, er ógvuliga ivasamt, um neyðuga hjálpin hevði verið nóg skjót í nærumhvørvinum. Eitt annað, sum var avgerandi hesa løtu, var, at Kristianna Johannesen, sum hevði hjálpt John Ellefsen at fylla bilin við klæðum, var hjástødd, tá hann fall í óvit.

Tá hon ringir 112, vísir tað seg, at sjúkrabilurin júst er á veg norður eftir við sjúklingi, sum skuldi flytast til Klaksvíkar. Sjúklingurin, sum ikki var í lívsvanda, varð settur av við Effo-støðina í Leirvík, og síðan koyrdi sjúkrabilurin so skjótt tað bar til út til Saltangará.

Men, hvussu upplivir so Kirstin G. Olsen, sum situr við einum kaffimunni hesa løtu, hendingina, har John Ellefsen liggur lívleysur á kaiuni.

- Meðan, eg siti við síðuna av mammu míni við einum kaffimunni, kemur róp í. Kristianna Johannesen sigur, at ein maður er dottin um niðri á kaiuni og biðir onkran koma við vatni. Eg kendi beinanvegin á mær, at eg skuldi halda meg framat. Tá eg komi út og síggi, at maður liggur lívleysur, leypi eg avstað niður gjøgnum trappurnar.

Kirstin G. Olsen sigur, at júst hesa løtu sær hon einki fólk við bilin, sum tekur sær nakað fyri. - Eg rópi á Kristionnu Johannesen um at ringja eftir hjálp, samstundis sum eg beinanvegin byrji at geva lívbjargandi fyrstuhjálp. Eg ánaði ikki, hvør maðurin var, men eg kendi rættiliga á mær, at her kann eg gera mun.

Á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy høvdu tey við ógvuliga stórum nærlagni lært næmingarnar lívbjargandi fyrstuhjálp - og at brúka hjartastartara. Sjálv heldur Kirstin G. Olsen, at hon hesa løtu var rættiliga rólig; her var eingin panikkur, og hon var sannførd um, hvat hon skuldi gera.

- Eg fór beinanvegin í gongd. Hetta kendist mær ikki fremmant, og eg var slett ikki í iva, tó at eg ongantíð áður hevði givið einum menniskja lívbjargandi fyrstuhjálp. Á skúlanum høvdu vit eina dukku, men nú stóð eg knappliga andlit til andlits við veruleikan og eitt lívleyst menniskja.

Hon sá beinanvegin, at støðan hjá John Ellefsen var álvarslig. Her var eingin hjartasláttur og eingin pulsur, og hann var kolbláur. - Nú byrjaðu fólk at koma, og meðan eg gevi lívbjargandi fyrstuhjálp, spyrji eg, um hjartastartari er í umhvørvinum. Jú, her var hjartastartari. Kassin til startaran var komin upp á bygningin at hanga, men sjálvur hjartastartarin var ikki upppakkaður.

Kirstin G. Olsen sigur, at tað var Stig Davidsen, sum í somu løtu kom rennandi við hjartastartaranum. - Eg klistraði nú aðra elektroduna við østbeinið høgru megin og hina nakað niðan fyri armholuna vinstrumegin.

Hon hevði ikki roynt festini á einum mannalikami áður, men bara á einari dukku. Tó kendi hon seg tryggan í tí, hon gjørdi. Tá elektrodurnar eru festar, og hjartastartarin er settur til, fer startarin í holt við at analysera, og tað ger hann eitt lítið bil. 

Kirstin G. Olsen vísir á, at tá hjartastartarin er liðugur við sína greining, biðir hann um stoyt. - Hann gevur fyrst ein stoyt. Síðan fer hann aftur at greina, og er hjartað komið í gongd við fyrsta stoyti, biðir hjartastartarin ikki um ein stoyt aftrat.

Men, hvussu upplivdi so kvinnan, sum fyrst hevði givið lívbjargandi fyrstuhjálp og síðan syrgdi fyri, at lívleysi maðurin fekk stoyt, hesa hending á kaiuni í Saltangará?

- Tað var ein ógvuliga stór og sterk løta, tá eg kundi staðfesta, at maðurin eftir fyrsta stoyt stillisliga byrjaði at anda aftur. Í fyrstanin var andadrátturin tungur - júst, sum í svøvni - men sum løtan leið, gjørdist andadrátturin meira javnur og støðugur.

Kirstin G. Olsen sigur, at tað var ein heilt fantastisk kensla, tá hon sá, hvussu holdið á manninum byrjaði at skifta lit - frá, at John Ellefsen var kolbláur, til hann fekk vanligt dæmið og húðarlit aftur.

- Tað er trupult at siga frá teirri kenslu, tú situr við, tá tú sært, at tú kanska hevur bjargað einum mannalívi, sigur hon í Sosialinum mikudagin, har ein stór samrøða er við bæði Kirstin G. Olsen og John Ellefsen.

##med3##

 

 

- Tað var ein fantastisk kensla, tá holdið á manninum byrjaði at skifta lit - frá, at John Ellefsen var kolbláur, til hann fekk vanligt dæmið aftur, sigur Kirstin G. Olsen.

John Ellefsen og Kirstin G. Olsen undir Miðlahúsinum, har hjartastartari hongur á húsavegginum.

Tað var, meðan hann gjørdi hjálpararbeiði, at hann fekk hjartasteðg - og sjálvur fekk brúk fyri hjálp. Mynd: Justinus Eidesgaard.