- Øll verða rakt, tá starvsfelagi verður álvarsliga sjúkur, og ofta rakar hetta eisini fólk, sum tú ikki hevði roknað við, sigur varastjórin í Dansk Industri.

Tá krabbamein rakar ein starvsfelaga

Bæði Dansk Industri og Kræftens Bekæmpelse halda, at tørvur er á, at arbeiðsgevarar gerast betur bjálvaðir til avbjóðingar, tá starvsfelagi verður raktur av krabbameini

- Øll verða rakt, tá starvsfelagi verður álvarsliga sjúkur, og ofta rakar hetta eisini fólk, sum tú ikki hevði roknað við, sigur varastjórin í Dansk Industri.

 

Á hvørjum ári fáa 14.000 danir í arbeiðsførum aldri staðfest krabbamein, og tey flestu halda fram at arbeiða, tá viðgerðin er liðug. Tó upplivir triði hvør sjúklingur, at tað hevur verið avbjóðandi hjá arbeiðsgevarum at handfara eina sjúkugongd. Hetta hevur eisini ført til, at Dansk Industri og Kræftens Bekæmpelse hava tikið seg saman um eitt átak, ið hevur til endamáls at fyrireika leiðarar betur til hesa uppgávu og avbjóðing.

Kræftens Bekæmpelse hevur spurt fyrrverandi og núverandi krabbameinssjúklingar um viðurskiftini við arbeiðsgevaran undir sjúkugongdini. Tríggir av fýra sjúklingum hava upplivað avbjóðingar, tá tey komu aftur til arbeiðis, eitt nú við seinárinum og við at røkja sínar skyldur.

Við øðrum orðum vanta leiðarum amboð til at taka sær av avbjóðingunum, ið eisini fara at gerast fleiri, sum árini ganga. Fleiri og fleiri fara at yvirliva krabbamein, samstundis sum pensjónsaldurin hækkar. Ein meting vísir nevniliga, at út við 20.000 danir í arbeiðsførum aldri fara at fáa krabbamein í 2025, og hetta er ein vøkstur í mun til í dag á 6000 fólk um árið.

Krabbameinssjúklingar vilja gjarna varðveita sítt tilknýti til arbeiðsplássið undir sjúkugongdini, men samstundis hevur hin sjúki nógv at hugsa um í samband við sjúku og viðgerð. Tí er arbeiðsgevarin eisini ógvuliga týdningarmikil fyri sjúklingin, og arbeiðsgevarin eigur at tryggja, at greiðar rammur og tryggleiki eru við atliti til arbeiðsuppgávur, starvsfelagar og arbeiðsplássið í síni heild.

Bæði Dansk Industri og Kræftens Bekæmpelse halda, at tørvur er á, at arbeiðsgevarin verður betur ílatin til avbjóðingarnar, ið stinga seg upp, tá fólk gerast sjúk av krabbameini. Hetta uppliva tey eisini í leiðsluni í Dansk Industri, sum hevur 11.000 limafyritøkur. Tað hendir nevniliga javnan, at limafyritøkur venda sær til leiðsluna í meginfelagnum í samband við, at arbeiðsfólk eru vorðin rakt av eitt nú krabbameini.

- Tað er ógvuliga trupult, tá starvsfelagi verður raktur av krabbameini, tí tað eru so mong, sum verða rakt. Øll vita, at hetta serliga gongur út yvir familjuna, men hetta rakar so sanniliga eisini arbeiðsplássið, har bæði hin sjúki, starvsfelagar og leiðsla koma í einari truplari støðu. Tí fáa vit eisini fleiri fyrispurningar frá okkara limafyritøkum, sum spyrja um ráð, hvussu tey skulu loysa avbjóðingina.

Tað sigur varastjórin í Dansk Industri, Kinga Szabo Christensen, sum sjálv hevur verið í hesi avbjóðandi leiðslustøðu.

Ein spurnarkanning, sum Kræftens Bekæmpelse hevur gjørt millum ábyrgdarleiðarar í fyritøkum, vísir, at 60 prosent ikki hava ein politikk í fyritøkuni fyri álvarsamar sjúkur – ella, tey ikki vóru greið yvir, um arbeiðsplássið hevði ein slíkan politikk. Spurnarkanningin vísir eisini, at hin størri helmingurin av leiðarunum sakna eina hollari vitan um sálarligar reaktiónir í samband við krabbamein, eins og leiðararnir sakna ráð til at snakka við sjúkuraktar starvsfelagar um sjúku og arbeiðsuppgávur.

Eitt nýtt átak er nú reist á føtur sum kann hjálpa leiðarum at veita tí krabbameinsrakta starvsfelaganum so góðan stuðul sum gjørligt.

##med2##

- Vit eru soleiðis komin við heimasíðuni taghåndom.dk – við góðum ráðum, ymiskum reiðskapum og viðmælum, sum eru lagaði til ein strævnan arbeiðsdag hjá einum leiðara, sigur Pernille Slebsager, deildarleiðari í tí, sum rópt verður Patient- & Pårørendestøtte hjá Kræftens Bekæmpelse.

Hon vísir á, at góðu ráðini í átakinum kunnu verða ein hjálp hjá tí krabbameinssjúka, starvsfeløgum og leiðarum í fyritøkunum.

Varastjórin í Dansk Industri, Kinga Szabo Christensen, sigur, at øll verða ávirkaði, tá ein starvsfelagi verður álvarsliga sjúkur, og ofta rakar hetta eisini fólk, sum tú ikki hevði roknað við. - Tí ræður um hjá einum leiðara at hava ”antennurnar” úti og verða til reiðar at veita stuðul, eins og øll á arbeiðsplássinum mugu eggjast til at vísa opinleika og forstáilsi, leggur hon aftrat.

Kræftens Bekæmpelse og Dansk Industri hava arbeitt tætt saman við at skipa og leggja átakið - taghåndom.dk - til rættis.

- Tey seks góðu ráðini í átakinum kunnu vera ein hjálp hjá tí krabbameinsrakta, starvsfeløgum og leiðarum í fyritøkuni, sigur varastjórin í Dansk Industri, Kinga Szabo Christensen.

Kelda: www.cancer.dk

- Øll verða rakt, tá starvsfelagi verður álvarsliga sjúkur, og ofta rakar hetta eisini fólk, sum tú ikki hevði roknað við, sigur varastjórin í Dansk Industri.