Ólavur Poulsen noyðist at gjalda stívliga 1000 krónur um mánaðin fyri at vera íbundin netið hjá SEV. Hann noyðist tískil at gjalda fyri at lata avlopsstreym inn á netið hjá SEV.

Tá SEV sløkti vatnorkuverkið hjá Ólavi

- Sjálvan grækarismessudag komu fólk frá SEV og sløktu vatnorkuskipanina hjá mær, sigur Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum.

 

Ólavur Poulsen noyðist at gjalda stívliga 1000 krónur um mánaðin fyri at vera íbundin netið hjá SEV. Hann noyðist tískil at gjalda fyri at lata avlopsstreym inn á netið hjá SEV.

 

Sum nevnt í aðrari grein á In.fo fyrr í kvøld, hevur Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum í nógv ár havt áhuga fyri vatnorku, og hann eigur eisini fyritøkuna VatnOrka, sum umboðar italskar vatnmyllur og mikroorkuverk, sum hann eisini rópar hesi.

Síðan Ólavur Poulsen fyri fimm árum síðan fekk sítt fyrsta lítla vatnorkuverk til hita og heitt vatn, sum var ein vatnmylla á 8 kW, hevur oljubilurin sjáldan verið í túninum.

Men, í fjør fekk hann sær eina størri vatnmyllu, nevniliga á 11 kW, sum gevur væl meira, enn hann brúkar sjálvur til hita og el í Vatnsoyrum. Við í nýggju skipanin hjá Ólavi Poulsen í Vatnsoyrum er eisini talva, sum ger, at avlopsframleiðslan av orku - tað merkir, at orkan, sum hann ikki brúkar sjálvur - fer inn á netið hjá SEV.

- Men við tað, at SEV ikki hevur loyvt, at el-framleiðari fyrst tekur burtur av til egna nýtslu og síðan letur avlopið inn á netið, so slapp myllan at standa íbundin SEV-netið bara í tríggjar mánaðir sum ein roynd.

Ólavur Poulsen vísir á, at tá nýggja skipanin varð sett í gongd í desember mánaði í fjør, vóru bæði umboð fyri IREM-verksmiðjuna í Italia, umboð fyri SEV og umboð fyri føroyskt el-virki til steðar heima hjá honum.

- Myllan slapp at koyra í tríggjar mánaðir, og hon koyrdi perfekt frá fyrsta degi. Men, tá alt ikki var eftir galdandi reglum hjá SEV, hendi tað eftir mínum tykki margháttliga, at fólk sjálvan grækarismessudag í ár komu frá SEV og sløktu skipanina.

Hann vísir á, at tað, at hann einki hevur fingið fyri veitingina til SEV í hesum tíðarskeiði, er fyri hann eingin trupulleiki, tí tað, sum hann alla tíðina hevur lagt seg eftir, er at vera grønur og sjálvforsýnaður.

- Men tað, sum pínir meg og ger, at eg undrist so stórliga, er, at fólk hjá SEV komu og sløktu skipanina aftur.

Ólavur Poulsen sigur, at nýggja skipanin er sjálvvirkandi á tann hátt, at tá orkuframleiðslan er meira, enn hann brúkar sjálvur, fer avlopsorkan inn á netið hjá SEV.

- Streymur er soleiðis háttaður, at hann fer til nærmasta granna. Skuldi turkur ella onnur viðurskifti gjørt, at vatnmyllan hjá mær ikki gevur tann streym, eg havi brúk fyri, keypi eg um somu skipan streym frá SEV.

Ólavur Poulsen sigur seg rokna við, at nýggja skipanin í mesta lagi stendur still einar 10-20 dagar um árið.

- Eftir at myllan hjá mær hevði staðið sløkt í einar seks mánaðir, hugsaði eg, at hetta vil eg ikki standa modell til – at eg skal vera við til at dálka umhvørvið óneyðugt. Tískil startaði eg vatnverkið sjálvur upp aftur fyrst í september, sum faktiskt var fimm ár eftir, at mín fyrsta vatnmylla varð sett í gongd.

Ólavur Poulsen sigur, at hann hevur ikki sett sær hesa vatnorkuskipan upp fyri at tjena pening, men fyri at spara pening.

- Eg haldi tað tí vera púrasta burtur við, tá SEV krevur, at øll el-framleiðsla hjá einum privatum veitara fyrst skal út á netið, soleiðis at veitarin sjálvur skal noyðast at keypa sín egna streym aftur fyri nakrar ferðir tað, sum viðkomandi kann selja streymin til SEV fyri, sigur hann.

Í løtuni er tað soleiðis, at Ólavur Poulsen noyðist at gjalda stívliga 1000 krónur um mánaðin fyri at vera íbundin netið hjá SEV. Tað merkir, at hann í løtuni rindar fyri at lata avlopsstreym inn á netið hjá SEV.

Ólavur Poulsen noyðist at gjalda stívliga 1000 krónur um mánaðin fyri at vera íbundin netið hjá SEV. Hann noyðist tískil at gjalda fyri at lata avlopsstreym inn á netið hjá SEV.