Tá Tom Hagen kom heim til tómt hús

Í hesi grein verður víst á, hvussu miljarderurin upplivdi at koma heim til tómt hús, tá kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, var horvin.

 

Her høvdu Hagen-hjúnini búð í næstan 40 ár, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Her høvdu Hagen-hjúnini búð í næstan 40 ár, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

 

Soleiðis var dagurin í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í fjør, tá norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv og hvørki er hoyrd ella sædd síðan henda dag.

Norski miljarderurin, Tom Hagen og konan, Anne-Elisabeth Hagen, hava búð í húsunum við Langvannet, tey rópa, í næstan 40 ár. Umleið klokkan 09 henda morgunin koyrir Tom Hagen úr túninum við Sloraveien 4, sum adressan til heimið kallast, og til arbeiðis.

Hóast Tom Hagen er miljarderur koyrir hann í einum vanligum gráum stationvogni av merkinum, Citroën Picasso, og umleið klokkan 09.08 er hann sambært upplýsingum, sum norska blaðið VG hevur fingið, á skrivstovu síni.

Klokkan 09.14 - ella einar seks minuttir, eftir at Tom Hagen er komin á skrivstovu sína, ringir kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, til onkran í familjuni. Hetta er seinastu ferð, at nakrar yvirhøvur hoyrir frá henni.

Klokkan 09.48 - ella 34 minuttir seinni - ringir elektrikarin og grannin, Tommy Skansen, til Anne-Elisabeth Hagen, men tá svarar hon ikki. Hann hevur eina avtalu við hana um at skifta nakrar lampur í køkinum.

Elektrikarin heldur tað vera løgið, at hon ikki svarar, tá tey hava eina avtalu. Henda fyrrapart hin 31. oktober í fjør ringja fleiri til Anne-Elisabeth Hagen, men eftir klokkan 09.14 svarar hon ikki.

Umleið klokkan 13.30 kemur Tom Hagen, soleiðis sum hann hevur greitt løgregluni frá, til hús, og hetta er fyrr á degnum enn vanligt hjá honum. Beint innan fyri hurðina verður hann órógvaður av tí, hann sær.

Á einum stóli lliggja fleiri av ognarlutunum hjá konuni.

Tom Hagen finnur nú eisini eitt tættskrivað bræv á fleiri A4-síður, skrivað á vánaligum norskum. Á flísagólvinum liggur eisini eitt strips. Í brævinum lesur Tom Hagen, at konan er burturflutt.

Um hann ikki rindar níggju miljónir evrur í kryptovaluta'ini monero, verður eitt drápsvideo lagt út á alnótina.

Tann ella tey, sum standa aftan fyri ránið av Anne-Elisabeth Hagen, hava sambært upplýsingum, sum VG hevur, gjørt greitt, hvussu samskiftast kann, og hetta er sambært heimasíðuni ein ógvuliga trupul háttur til samskifti.

Samskifti skal fara fram í kryptovaluta'ini bitcoin, sum tað verður rópt.

Í bævinum lesur Tom Hagen eisini, at um hann betalur loysigjald, verður konan væl viðfarin og verður sloppin leys aftur, men um tey lata málið til løgregluna, seta tey lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen í váða.

Her verður eisini sagt, at familjan verður eygleidd, og lagt verður aftrat, at kravið á slakar 100 miljónir norskar krónur er fýra prosent av ognunum hjá miljarderinum.

Hóast hóttaninar í brævinum, vendir Tom Hagen sær klokkan 14.07 til løgregluna, og stutt eftir hittir hann eitt løgreglulið á einari Shell-støð nakrar hundrað metrar burturi.

##med2##

 

 

Her høvdu Hagen-hjúnini búð í næstan 40 ár, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Tom Hagen og Anne-Elisabeth Hagen á yngri árum. Mynd: Privat