- Eg havi altíð tvær slíkar tablettir við mær í lummanum, sigur Steinar Madsen, medisinskur fakstjóri í Statens Legemiddelverk.

Tablettin sum kann bjarga lívi tínum

Ein einstøk tablett, sum kann keypast í hondkeypi og uttan læknaávísing, kann bjarga tær, um tú fært blóðtøpp í hjartað.

 

 

- Eg havi altíð tvær slíkar tablettir við mær í lummanum, sigur Steinar Madsen, medisinskur fakstjóri í Statens Legemiddelverk.

 

NRK, sum er norska kringvarpið, veit í dag at siga, at ein einstøk tablett, sum enntá fæst í hondkeypi og uttan læknaávísing, kann bjarga lívi tínum, um tú kemur soleiðis fyri, at tú knappliga fært blóðtøpp í hjartað. Medisinski fakstjórin í Statens Legemiddelverket, Steinar Madsen, heldur tað vera eitt gott hugskot, at fólk, sum eru í vandabólkinum, hava hesar tablettir hjá sær.

Talan er um pínulinnandi tablettir, sum eitt nú hava acetylsalisylsýru í sær. Hesar tablettir hava nevniliga víst seg at vera rættiliga effektivar í viðgerð av sjúklingum, sum fáa blóðtøpp í hjartað. Evnið í tablettini virkar blóðtynnandi og kann loysa upp blóðtøppar eftir lítlari løtu.

Heilivágur sum Aspirin, sum her er talan um, kann keypast í hondkeypi á apotekum - og uttan ávísing frá lækna. Norska kvinnan, 71 ára gamla, Wenche Wessel Berg, er ovfarin av, at ein pínulinnandi tablett kann bjarga lívi. Hon var nevniliga sjálv vitni til, at ein 59 ára gamal maður small deyður um av blóðtøppi í hjartanum. Nú umhugsar hon at keypa sær Aspirin.

- Eg var ein túr í skógini, og her small ein maður um, sum stóð beint aftan fyri meg. Hann fekk ein blóðtøpp í hjartað. Eg eri sjálv bangin fyri at fáa ein blóðtøpp, og um tað kann hjálpa at hava Aspirin uppi á sær, vil eg fegin hava tað, sigur Wenche Wessel Berg.

Higartil hava norskir heilsumyndugleikar hildið aftur við at geva greið tilmæli til fólk um at skaffa sær hesar tabettir at hava við hondina. Men, nú sigur medisinski fakstjórin í Statens Legemiddelverket, Steinar Madsen, at hetta er eitt gott hugskot hjá fólki, sum kunnu vera í vandabólkinum.

- Jú, tað kann vera skilagott fyri fólk, sum kanska eru 65 ár og eldri, at hava atgongd til hesar tablettir. Vit vita, at tá vit tilseta 300 milligram av acetylsalisylsýru, minkar vandin fyri at doyggja av blóðtøppi í hjartanum munandi. Hesar tablettir kunnu bjarga lívi, tá fólk fáa blóðtøpp í hjartað, staðfestir Steinar Madsen.

##med2##

Medisinski fakstjórin vísir á, at tablettin kann gerast avgerandi, um tú ert staddur langt burtur frá fólki, og tú knappliga fær sterka pínu í bringuna. - Eg havi altíð tvær slíkar tablettir við mær í lummanum - ikki bara fyri mína egnu skyld, men eisini, um tað skuldi verið onkur annar, sum knappliga tørvar hjálp, sigur medisinski fakstjórin við NRK.

 

 

 

- Eg havi altíð tvær slíkar tablettir við mær í lummanum, sigur Steinar Madsen, medisinskur fakstjóri í Statens Legemiddelverk.

Steinar Madsen, medisinskur fakstjóri í Statens Legemiddelverket.