Tað ber ikki til at brúka koyrikortið á Vanganum

Talan er bert um eitt avrit

Tað ber ikki til at brúka koyrikortið á appuni Vanganum, um tú verður steðgaður av løgregluni og biðin um at vísa koyrikort.

Í sendingini Góðan morgun Føroyar mánamorgunin, var lurtari, sum spurdi, um tað ber til at nýta koyrikortið á Vanganum, sum koyrikort. Jan Fossaberg frá ferðsluløgregluni greiddi frá, at tað ber ikki til, tí lógin sigur, at tú skalt hava fysiska koyrikortið uppi á tær.

Og tað er rætt, sigur Tórun Miðberg, leiðari á koyrikortdeildini á Akstovuni.

Lógin ger greitt, at tað skal vera fysiska koyrikortið, sum tú hevur við tær, og koyrikoyrtið, sum liggur á Vanganum, er í grundini bert eitt avrit av koyrikortinum.

Haraftrat hevði verið neyðugt, at mannagongdirnar viðvíkjandi frátøku av koyrikortin skuldu verið fastari, skuldi løgreglan kunnað brúkt appu-koyrikortið.

Tí tað hendir seg, at Akstovan ikki fær fráboðanir frá løgregluni, tá onkur hevur mist koyrikortið, sigur Tórun Miðberg. Onkuntíð ringja fólk niðan til Akstovuna og siga, at tey skulu hava koyrikortið av nýggjum, men tá standa tey framvegis skrásett til at hava eitt koyrikort, tí at Akstovan hevur ikki fingið boð frá løgregluni um at strika koyrikortið úr skipanini.

Í Danmark hava tey fingið talgilt koyrikort, men sostatt verður tað ein løta enn hjá føroyingum at bíða eftir tí.

Tórun Miðberg sigur, at Akstovan hevur leingi vitað um talgild koyrikort, og at upp á sikt er ætlanin, at føroyska koyrikortið skal eisini vera talgilt. Teknist sæð hevði ein tílík loysn eisni borið til í Føroyum.

Men tað er ein stór verkætlan at fara undir, hon kostar nógvar pengar, og ongar ítøkiligar ætlanir eru við talgildum koyrikorti í løtuni.