Tað er 23 prosent dýrari í Sandoynni

Bæði hjá fólki at planera sær eitt, og hjá kommununi at gera veg til húsini

Í Sandoynni er tað 23 prosent dýrari - og tað er Landið, sum gongur á odda fyri at gera tað dýrari

Í Sandoynni er tað 23 prosent dýrari - og tað er Landið, sum gongur á odda fyri at gera tað dýrari

Tað er undarligt, at Landið gongur á odda fyri at gera tað nógv dýrari hjá fólki í Sandoynni at planera eitt grundstykki.

Og tað er undarligt, at Landið gongur undan at gera tað 23 prosent dýrari hjá kommunum, og fyritøkum í Sandoynni, at gera veg og at planera eitt grundstykki til ein vinnubygning.

Tað heldur Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Og tí spyr hann nú partamannin, Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um ætlanin er at gera nakað við tað.

Løgtingsmaðurin vísir á, at Landsverk hevur í eitt mannaminni knúst og selt skerv í Sandoynni.

Men fyri nøkrum árum síðan gavst Landsverk við hesum, og fór ístaði at føra tilfarið, brúk var fyri, í Sandoynna við skipi.

Landsverk hevur eisini alla tíðina hildið seg til, at somu prísir eru galdandi fyri øll, sama hvar í landinum, tað er.

Men fyri umleið einum ári síðan, broytti Landsverk hesa mannagongdina og avleiðingin er, at nú skulu sandoyingar gjalda ein prí, sum er 23 prosent hægri enn aðrir landsins borgarar.

– Landsverk er almennur stovnur. At almennir stovnar á hendan hátt ganga undan at gera mun á landsins borgarum er uttanfyri alla rímiligheit, heldur Brandur Sandoy.

Hann vísir á, at hóast SEV hevur eyka útreiðslur av at veita sandoyingum streym, gjalda sandoyingar tó ikki hægri streymprís enn aðrir borgarar landsins.

Hann vísir eisii á, at hóast Føroya Tele hevur eyka útreiðslur av at veita sandoyingum breiðband og telefon, gjalda sandoyingar tó ikki hægri prís enn aðrir borgarar landsins fyri hesar tænastur.

Og somuleiðis vísir hann á, at hóast Posta hevur eyka útreiðslur av at bera post til og úr Sandoynni, gjalda sandoyingar sama prís sum aðrir borgarar landsins. – Tí tykist tað serstakliga løgið, at landið gongur á odda við at gera tað 23 prosent dýrari hjá familjum í Sandoynni at planera sær eitt grundstykki, ella 23 prosent dýrari hjá kommunum, og vinnuni í Sandoynni, at gera vegir, útstykkingar, og annað.

Í Sandoynni er tað 23 prosent dýrari - og tað er Landið, sum gongur á odda fyri at gera tað dýrari