Tað er aftur lívligt á Sevmýri

Framtíðin tykist síggja ikki so galin út, men í fyrstu atløgu verður tað ógvuliga stórt tak at halda tørn um plássið í fremstu deildini, sum TB tryggjaði sær leygardagin

Sjálvsagda vendingin er, at leygardagin kom TB upp á pláss aftur. Síðani fyrstu niðurflytingina í 1988 hevur aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, fleiri ferðir verið í næstbestu deildini og vent. Vónin hevur hvørja ferð verið, at tað skuldi eydnast aftur at vera við í kappingini, har tað er mest hugaligt at...