Mugu fáa hjálp til at loysa trupulleikan við parkering

– Annars verður Tórshavnar Kommuna ikki við til at byggja Tjóðleikhús í Havn

Tað er ein fortreyt fyri Tjóðpallinum, at parkeringsviðurskiftini verða loyst, sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Havn

Tað er ein fortreyt fyri Tjóðpallinum, at parkeringsviðurskiftini verða loyst, sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Havn

Fáa vit ikki hjálp frá landsmyndugleikunum til at loysa parkeringstrupulleikan, verður Tórshavnar Kommuna ikki við til at byggja Tjóðpall.

 Tað gjørdi Gunvør Balle, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi, og varaborgarstjóri í Havn, greitt fyri Tjóðveldisfólki á flokstinginum í Hovi um vikuskifti.

Ætlanin er at byggja Tjóðpall í Havn fyri einar 180 milliónir krónur, og í landsstýrinum verður ikki dult fyri, at tey dúva upp á, at Tórshavnar Kommuna skal vera við til at fíggja tað.

Gunvør Balle sigur, at hon saknar eitt betri samstarv ímillum býráðspolitikarar og landspolitikarar, og ikki minst saknar hon, at landspolitiski myndugleikin gevur Tórshavnar Kommunu loyvi til at seta eina skipan við gjaldsparkering í gildi.

Hon sigur, at tað er eitt mál, sum hevur alstóran týdning fyri arbeiðið at skipa, og menna, Havnina

Skal kommunan vera við til at byggja Tjóðpall, er tað ein fortreyt, at vit eisini fáa eina skipan við parkering gjørdi hon tjóðveldisfólki greitt á flokstinginum,

– Vit vilja fegin vera við til at byggja tjóðpall, men so mugu vit eisini fáa hjálp frá tykkum til at fáa parkeringsviðurskiftini í rættlag, legði hon afturat.

Hon heldur, at tað kann ikki vera meiningin, at Tórshavnar Kommuna skal brúka hundraðtals milliónir, tað vil siga, alla íløgujáttanina í eitt ár, til parkeringshús, ella parkeringstunnil, uttan at eisini fáa heimild til at taka gjald fyri parkering.

Hon heldur, at tað hevur alstóran týdning at fáa hesi viðurskifti í lagi, tí sum støðan er nú, drukna allar ætlanir í býnum í einum práti um parkeringsviðurskiftini.

Hon leggur afturat, at gjaldsparketing er vanlig alla aðrastaðni, og hetta er eisini eitt mál, Tórshavnr Býráð hevur tosað um í fleiri ár, men tað hevur ikki vunnið frama í landspolitisku skipanini.

Tað er ein fortreyt fyri Tjóðpallinum, at parkeringsviðurskiftini verða loyst, sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Havn