Tað er altíð ein vón

- Eg vil fortelja mína søgu fyri øllum, sum vilja hoyra hana - serliga fyri teimum, sum sjálvi hava krabbamein, sigur danin, Jørn Poulsen.

 

Læknarnir noyddust at sannføra Jørn Poulsen um at fara í viðgerð við immunterapi.

Læknarnir noyddust at sannføra Jørn Poulsen um at fara í viðgerð við immunterapi.

 

Jørn Poulsen er ein av sjúklingunum, sum hevur upplivað bæði góð úrslit og trupul hjáárin av krabbameinsviðgerð. Tá læknarnir bjóðaðu honum immunterapi móti móðurmerkjakrabba, var hann ivingarsamur. Men, eftir eina ógvusliga tilgongd er hann í dag frískur og rópar sína søgu eitt undur.

Jørn er illa til passar. Hann følir, at hann hevur ein ringan dag.

- Er tað so galið? spyr kona hansara, Kirsten, sum er á veg út at lufta hundin ein kaldan dag í mars í 2018. Tá hon kemur aftur, situr Jørn og hongur við høvdinum heilt niðri millum akslarnar.

- Jamen, lyft tó høvdinum, hugsar Kirsten. Men, tað megnar Jørn ikki. Hann sigur, at okkurt er galið, tí hann klárar snøgt sagt ikki at lyfta høvdið. 

Kirsten heldur nú fyri, at so hevur maðurin helst fingið eitt hald í nakkan ella okkurt slíkt. Men, Jørn hyggur álvarsamur at konu síni og sigur, at tey helst mugu ringja á sjúkrahúsið.

Fimm ár frammanundan - í 2013 - hevði Jørn eina tíð hjá læknanum. Kirsten hevði lagt til merkis, at eitt móðurmerki á bringuni á manni sínum hevði broytt seg. Tað var blivið størri.

- Sjálvglaður - ja, kanska eri eg tað, men slíkt hevði eg ikki lagt til merkis. Men, tað ger kona mín. So, eg fór til læknan og fekk tey at taka móðurmerkið - og so gloymdi eg alt um tað, minnist hann.

Jørn hevur nógv at síggja til, tí hann hevur bjóðað allari familjuni til Grikkalands at halda sín 70-ára føðingardag - trý børn, svigarbørn og abba-og ommubørn. Bert fáar dagar, áðrenn tey skulu fara, ringir telefonin. Kuffert, pass, sólkrem og ferðaseðlar - alt er klárt í lítlu raðhúsunum í útryðjuni av Silkeborg.

Læknarnir hava av handahógvi sent vevnaðarroyndir av móðurmerkinum til kanningar, og nú fyriliggur úrslitið. - Jørn, tú hevur móðurmerkjakrabba. Tú skalt koma á sjúkrahúsið nú, og so verður tú skurðviðgjørdur beinanvegin, ljóðar avgjørda svarið í telefonini.

Men, svarið hjá Jørn er líka so avgjørt, sum boðini frá sjúkrahúsinum hesa løtu. - Nei, eg skal ikki á sjúkrahús nú. Tit mugu bera yvir við mær, sigur hann uttan iva í røddini.

Í staðin fær Jørn tíð á sjúkrahúsinum dagin eftir, at tey eru heima aftur. 

Taskurnar eru enn ikki útpakkaðar, tá hann er aftur komin og koyrir til sjúkrahúsið fyri at taka eitt størri petti av vevnaði burtur, har illkynjaða móðurmerkið hevði sitið.

Jørn hevur ongantíð áður verið álvarsliga sjúkur. Hann hevur eina fortíð í herinum og hevur annars stovnað, leitt og selt fyritøku, sum hevur selt træ til møbilverksmiðjur. Í onkrum tíðarskeiði hevur øll familjan búð í Onglandi. So, tá tað verður staðfest, at talan er um móðurmerkjakrabba, kennist tað, sum ein bumba brestur í familjuni.

Næstu árini gongur Jørn til regluligt eftirlit, og lívið gongur víðari, sum tað plagar. Læknarnir finna ikki fleiri tekin um krabbamein. Ikki fyrr enn í januar í 2017, tá teir finna ein knykil, sum eisini verður skorin burtur.

- So ringja tey og siga, at knykilin er illkynjaður. Hetta er ein frávøkstur - eisini rópt metastase - frá fyrsta móðurmerkinum. Tríggjar mánaðir seinni skal eg aftur til eftirlit, men áðrenn tað, leggi eg sjálvur til merkis tveir nýggjar knyklar.

Jørn vísir á, at hvørja ferð eru læknarnir klárir beinanvegin. Tað er eingin innkalling, og hann verður bara tveittur upp á skurðborðið.

Læknarnir skera, men knútarnir blíva við at koma aftur og tamarhaldið, sum hevur verið á krabbasjúkuni, er við at fara. Tað er ein spurningur um tíð, nær krabbin fer í gøgnini. Tí bjóða læknarnir nú Jørn immunterapi, sum hevur víst góð úrslit hjá sjúklingum júst við móðurmerkjakrabba.

Men, hetta heldur Jørn lítið um, tí seks av 10 sjúklingum fáa ógvuliga trupul hjáárin, tá tey eru í hesi viðgerð. - Nei, so pínadoy, um eg skal hava nakað sproytað inn í æðrarnar. Tey kunnu jú bara skera tað burtur - eg skal ikki vísa kroppin kortini. Men, læknarnir siga, at tað nyttar einki at blíva við at skera, tí sjúkan kemur bara aftur onkra aðrastaðni.

Sjálvur heldur Jørn í dag, at hann kanska var eitt sindur naivur, tá hann segði so, tí soleiðis, sum móðurmerkjakrabbin hjá honum hoppaði runt, so kundi hann eisini farið í heilan ella nýruni.

Jørn stúrir fyri hjáárinunum við immunterapi. Men, onkra staðni lesur hann, at hjáárinini sjáldan raka hjarta og vøddar. Hetta ger hann eitt sindur róligari, og hin 9. mars í 2018 leggja læknarnir slangurnar, sum skulu geva honum ta fyrstu av tilsamans átta ætlaðum nøgdum av dupultari immunterapi, har hann verður viðgjørdur við tveimum ymiskum evnum.

Jørn og Kirsten bíða nú spent eftir, hvussu heilivágurin fer at ávirka. Teir fyrstu tveir dagarnar hendir einki, og Jørn hevur tað fínt. Tað gongur ein vika, og tað ganga tvær vikur. Í tríggjar vikur gongur alt væl. Tað gongur væl fram til tann dag, tá Kristin kemur heim og sær Jørn hangandi við høvdinum millum akslarnar.

- Tú skalt beinanvegin á Viborg Sjúkrahús, sigur læknin í telefonini.

Kirsten og Jørn koma skjótt út í bilin, og Kirsten snarar móti motorvegnum. 

Allan dagin verður Jørn kannaður. Støðan hjá honum gerst verri og verri, og hann verður meira og meira lammaður í kroppinum. Ikki bara høvdið, men eisini armarnir byrja nú at svíkja. - Eg var sum eitt pinkubarn. Eftir 12 tímum misti eg allar vøddar. Vanliga hjartarútman hvarv, og eg megnaði ikki at lyfta armarnar. 

Tað var ikki fyrr enn klokkan 02 um náttina, at Kirsten koyrdi heim. Einsamøll. 

Eingin veit, hvat feilar Jørn.

Dagin eftir fær Kirsten eini sms-boð um, at Jørn hevur havt tveir blóðtøppar og skal flytast til sjúkrahúsið í Skejby. Ein tíma seinni fær hon aftur eini sms-boð, sum siga, at maðurin ikki fer á sjúkrahúsið í Skejby, tí talan er ikki um blóðtøppar kortini.

Næstu fýra vikurnar fær Jørn pacemaker, nýrini verða skolað út, og hann fær hjánýrabarkhormon í stórum nøgdum, sum doyva hjáárinini av viðgerðini við immunterapi.

Enn eru vøddarnir hjá Jørn lammaðir.

- Eg kundi einki gera. Tað fer jú um mørkini hjá einum fyrrverandi yvirmanni í lívverjudeildini, at eg ikki kundi halda skarninum aftur, ei heldur skera í eitt egg. Nei, hetta var ræðuligt. At hugsa sær, at ein sjúkrarøktarfrøðingur skuldi mata einum gomlum og ólekrum manni - og so út at vaska honum.

Eftir fleiri vikum vita læknarnir, hvat bagir Jørn.

Polymyositis - ella vøddagikt - er eitt sjáldsamt hjáárin í samband við immunterapi móti móðurmerkjakrabba. So, nú verður Jørn fluttur á giktafrøðiligu deildina í Skejby.

Tvær vikur seinni kemur hann við gongustativi heim aftur til Silkeborg. Hann er lætnaður 22 kilo, og tað gongur seint við at byggja vøddarnar uppaftur. Men, tað er framgongd at hóma, og eftir fáum døgum kann Jørn ganga stuttar túrar millum raðhúsini í heimliga umhvørvinum.

Jørn fær ongantíð tær seinastu sjey viðgerðirnar við immunterapi. Fyrsta viðgerðin beindi burtur krabbasjúkuna, og hon er ikki komin aftur. 

- Tað er eitt undur, at eg eri vorðin frískur. Kemur sjúkan aftur - ja, so er tað so. Eg eri realistiskur. Eg eri 76 ár, og eg veit væl, at eg livi upp á lænta tíð. Skuldi tað hent, at eg noyddist at geva skarvin yvir, havi eg nátt tí, eg ætlaði mær í lívinum. Eg vil fortelja mína søgu fyri øllum, sum vilja hoyra hana - serliga fyri teimum, sum sjálvi hava krabbamein. Tey skulu vita, at tað er ein vón, sigur Jørn Poulsen.

Kelda: www.cancer.dk

##med2##

Læknarnir noyddust at sannføra Jørn Poulsen um at fara í viðgerð við immunterapi.

- Tað er eitt undur, at eg eri frískur í dag, sigur Jørn Poulsen.