– Tað er altíð nakað serligt at spæla í Suðuroynni

Í februar verða heili tríggjar konsertir við unga countrysangaranum Ólavi á Váli Olsen. Konsertirnar eru í trimum av teimum bestu spælihølunum í landinum, nevniliga Norðurlandahúsinum, Løkshøll og SALT

(Mynd: PI PERFORMANCE Photography)

(Mynd: PI PERFORMANCE Photography)

Ólavur á Váli Olsen hevur spælt á næstan øllum spælistøðum í Suðuroynni, men enn hevur hann ikki verið á palli í SALT á Drelnesi. Men tað kemur hann so nú leygardagin 15. februar.

Sjálvur hevur Ólavur ein serligan tokka til trúføstu fjeppararnar úr Suðuroynni.

– Tað er altíð nakað serligt at spæla í Suðuroynni. Suðuroyingar hava altíð stuðlað mær í mínum tónleiki, og tað eri eg teimum æviga takksamur fyri. Eg gleði meg tí nógv at spæla í snotuligu umstøðunum í SALT og vóni at síggja nógv fólk, sigur Ólavur.

Vælupplagdi bólkurin hjá Ólavi verður við til allar konsertirnar í februar.

Konsertirnar eru:

15. februar kl 21:00 - SALT á Drelnesi
21. februar kl 21:00 - Løkshøll í Runavík
22. februar kl 19:30 - Norðurlandahúsið

(Mynd: PI PERFORMANCE Photography)