- Tað er býtt at "fucka" við okkum

Í telduposti fekk miljarderurin, Tom Hagen, at vita, at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, er á lívi og at hon hevur bíðað leingi.

 

Eftir at 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í 2018, hava tann ella tey, sum siga seg hava burturflutt ríkmanskonuna, sent fleiri gátufør boð til familju hennara. Í seinastu boðunum verður eitt nú skrivað um hennara heilsustøðu, og stutt eftir rindaði maður hennara, Tom Hagen, miljónir til hugsandi mótpartin.

VG vísir í kvøld á, at hin 8. juli í fjør fekk familjan ein krypteraðan teldupost frá honum ella teimum, sum siga seg hava burturflutt Anne-Elisabeth Hagen. Telduposturin er skrivaður á bronglaðum málum, og her er talan um fleiri ymisk skrivaði tungumál.

Tá telduposturin kom í fjør summar, hevði familjan einki hoyrt frá mótpartinum í meira enn fimm mánaðir, og tískil gjørdist ein fjáltrandi aktivitetur miðskeiðis í fjør summar. Løgreglufólk, sum vóru í summarfrí, vórðu biðin at koma til arbeiðis, og telduposturin fekk Tom Hagen at seta seg upp ímóti ráðunum hjá løgregluni.

VG endurgevur ikki boðskapin í boðunum, sum Hagen-familjan fekk í fjør summar, orðarætt, men boðini vóru týðilig:

- Tom, ert tú nú klárur at handla? Skilir tú, at tað er býtt at "fucka" við okkum?

Hetta skal sambært VG vera ein partur av innihaldinum í boðunum, og heimasíðan leggur aftrat, at fólk, sum hava lisið teldupostin, siga um orðaljóðið, at tað er ætlað til at leggja trýst á mannin hjá Anne-Elisabeth Hagen, miljarderin Tom Hagen.

Eitt annað punkt í brævinum skal sambært heimasíðuni eisini hava vakt ans. Tað er, tá heilsustøðan hjá ríkmanskonuni verður umrødd. VG veit eisini at siga um onnur ting, sum eru í umrødda telduposti, eitt nú, at - 

* Tom Hagen verður nevndur við navni

* Tom Hagen fær at vita, at tað vil vera býtt av honum at royna at lúra mótpartin av

* Tom Hagen fær spurningar, um hann er klárur at handla

* Tom Hagen fær boð um, at Anne-Elisabeth er á lívi og hevur bíðað leingi

* Tom Hagen fær at vita eina upphædd, sum hann skal gjalda fyri lívstekin

Við VG sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, at løgreglan kann vátta, at umrøddi teldupostur hevur fleiri ymisk "tema". Men, við atliti til víðari kanningar av málinum vil løgreglan ikki viðmerkja smálutir í samskiftinum við hugsandi mótpartin.

Fram til, at telduposturin kom hin 8. juli í fjør, hevði Tom Hagen fylgt ráðunum hjá løgregluni um ikki at gjalda, og hann hevði tá bara goldið smáar upphæddir, sum máttu gjaldast fyri at kunna samskifta við mótpartin.

Men, tá telduposturin kom í fjør summar, tók Tom Hagen ta avgerð, sum løgreglan hevur rátt hon frá at taka, nevniliga at gjalda. Hann rindar tá 1,3 miljónir evrur til ókenda mótpartin, og hetta gjald var sambært VG í samsvar við kravið, sum telduposturin legði upp til.

VG skilir, at løgreglan hevur havt fleiri serkøn fólk at greina bronglaða orðaljóðið í teldupostinum, men sum skilst á heimasíðuni er serfrøðin higartil ikki komin til nakra felags endaliga niðurstøðu. 

- Arbeiðið við at finna út av, hvør kann hava skrivað og sent teldupostin hin 8. juli, er sjálvandi ein partur av fleiri viðkomandi kanningum. Kanningar av digitalum sporum hava havt høgan prioritet heilt síðan byrjan, og vit hava brúkt nógva orku júst til henda partin av málinum, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.