Tað er ein ávís orsøk til 20 prosent av øllum ferðsluóhappum

Landsverk ávarar bilførarar, nú veturin stendur fyri durum

 

Koyring í kava krevur sínar fyrireikingar

Koyring í kava krevur sínar fyrireikingar

Í fimta hvørjum ferðsluóhappi er hálka ein av orsøkunum. Landsverk sigur, at tað er eitt av úrslitinum í eini kanning, tey hava gjørt.

Í hesum sambandi hava tey kannað 1024 ferðsluóhapp tey fýra árini frá 2014 til 2017. Og kanningin vísir, at av teimum, vóru 205 óhapp, ella 20 prosent, har hálka var orsøkin.

Av teimum 1024 ferðsluóhappunum í hesum tíðarskeiðinum, vóru 80 óhapp við fólkaskaða, men bara fýra av teimum, ella fimm prosent, vóru orsakað av hálku.

– Her er nakað, sum bendir á, at bilførararnir hava koyrt varisligari í hálkuni við tí úrsliti, at tað bara er materiellur skaði tá ið óhapp henda.

Landsverk minnur annars á, at veturin stendur fyri durum, og at tað er nú, at bilurin skal gerast vetrarklárur.

Tí mælir Landsverk bileigarum til at fáa vetrardekk, ella píkadekk undir bilin og at kanna koyrilíkindi, áðrenn farið verður frá húsum.

 

##med2##

 

Mynsturdýpdin á vetrardekkunum skal í minsta lagi vera tríggjar millimetrar, annars eru tey ólóglig.
– Latið ferðina taka ta tíð, sum krevst, haldið fjarstøðu frá bilinum frammanfyri, og koyrið altíð eftir umstøðunum, ávarar Landsverk.

Í Føroyum er loyvt at koyra við píkadekkum frá 16. oktober til 30. apríl. Og frá 1. desember til 30. apríl er heldur ikki loyvt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku. 

Koyring í kava krevur sínar fyrireikingar

Hetta kortið vísur, hvar óhapp henda orsakað av hálku. Bláari tað er, fleiri óhapp eru hend har