Tað er ein fantastisk gáva

– Tað besta við at vera tvíburi er heilt avgjørt tað, at vit eru tvær og altíð hava hvørja aðra. Sum tvíburar hava vit eitt heilt serligt tilknýti, ið er torført at lýsa við orðum og sum kann vera torført hjá øðrum at skilja, siga Jeanni og Lindis Petersen, eineggjaðir tvíburar

Lindis er til vinstru og Jeanni til høgru. Í 2020 vóru báðar við barn samstundis

Lindis er til vinstru og Jeanni til høgru. Í 2020 vóru báðar við barn samstundis

31 ára gomlu Lindis og Jeanni Petersen eru eineggjaðir tvíburar, og tað hevur myndað tær báðar og lívsleið teirra. Tær líkjast, hava sama klædnastíl og somu meiningar. Onkuntíð eru tær farnar í akkurát somu klæði uttan at vita av hvørji aðrari.

– Tað besta við at vera tvíburi er heilt avgjørt tað, at vit eru tvær og altíð hava hvørja aðra. Sum tvíburar hava vit eitt heilt serligt tilknýti, ið er torført at lýsa við orðum og sum kann vera torført hjá øðrum at skilja, siga tær.

Har hava verið fleiri stuttligar hendingar gjøgnum árini, og ein var, tá Lindis hevði ein av sínum fyrstu arbeiðsdøgunum á Køge sjúkrahúsi, har hon heilsar upp á nýggju starvsfelagarnar. Dagin eftir er ein av starvsfeløgunum til tannlækna vid soni sínum í Roskilde har Jeanni starvast.

– Heilt tilvildarligt skal starvsfelagin og sonurin júst inn til mín. Eg minnist tíðiligt, hvussu hesin maðurin hyggur undrandi, og spyr um tað eri eg, sum eri tannlæknin, og undrast á, hvussu man kann vera farmaceut í Køge ein dag og tannlækni í Roskilde næsta dag, sigur hon skemtiliga.

Les longri samrøðu við Lindis og Jeanni Petersen í blaðnum Vikuskifti í Sosialinum, har vit hava longri tema um tvíburar. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið.

Lindis er til vinstru og Jeanni til høgru. Í 2020 vóru báðar við barn samstundis