Tað er ein stórur trupulleiki at lønin er so lág

Tað gongur illa at manna størv í eldrarøktini, men løgtingslimir halda seg kenna nakrar av orsøkunum til tað

Savnsmynd

Savnsmynd

Lønin fyri at arbeiða í eldrarøktini, er ov vánalig, og virðingin fyri starvinum er ov lítil.

Løgtingslimir halda, at hetta eru tvær orsøkir til, at tað gongur so illa at manna størvini í eldrarøktini.

Stovnar og kommunum gremja seg um, at trotið á starvsfólkið í eldrarøktini, er álvarsligt, og tað fer at versna framyvir, so hvørt talið á eldri økist.

Og í dag viðger Løgtingið eitt uppskot frá Tjóðveldi um at útbúgva fleiri starvsfólk til eldrarøktina.

Í hesum sambandi biðja tey Løgtingið samtykkja at fáa landsstýrið at samstarva við fakfeløg og útbúgvingarstovnar at leggja eina ætlan fyri, hvussu vit fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk.

Fleiri løgtingslimir halda, at tað eru nakrar sjálvsagdar orsakir til, at tað gongur so illa fáa fólk at arbeiða í eldrarøktini.

Eitt nú halda tey, at lønin fyri at arbeiða í eldrarøktini, er ov lág, og tey halda eisini, at virðingin fyri starvinum er ov lítil.

Løgtingslimir halda, at hóast talan er um at arbeiða við menniskjum, er lønin í eldrarøktini lág, afturímóti lønini í øðrum arbeiði.

Tey halda eisini, at arbeiðsbyrðan í eldraøkinum er alt ov stór, og tað er ein stórur vansi fyri trivnaðin hjá starvsfólki.

Samstundis er tað ringt at fáa fulltíðarstørv í eldrarøktini - og alt hetta fær fólk at aftra seg við at átaka sær størv í eldrarøktini.

Samstundis vísa løgtingslimir á, at samstundis sum at tað manglar »heitar hendur«, at vera um eldri og røktarkrevjandi, hava vit fingið ein stóran yvirbygnað av leiðslufólkum í eldrarøktini.

Tað er ein orsøk til, at tað manglar starvsfólk at vera um tey eldru og røktarkrevjandi, halda løgtingslimir. 

Savnsmynd