- Tað er eisini fantastiskt

Hóast tað ikki eydnaðist Silas Ernstsson at skora kassan í Gekka-spælinum í kvøld, tóktist hann kortini takksamur fyri tað, hann fekk.

Samlaði Gekkurin í kvøld var á 2,6 miljónir - og deilt í tríggjar leypar 900.000 krónur í hvørjum.

Samlaði Gekkurin í kvøld var á 2,6 miljónir - og deilt í tríggjar leypar 900.000 krónur í hvørjum.

 

2,6 miljónir krónur vóru at vinna í Gekka-spælinum í kvøld, og tað var Silas Ernstsson av Strondum, sum fekk fulla plátu og slapp at ringja inn og snara hjólinum.

Hann valdi, sum mangur undan honum, at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar á 900.000 krónur í hvørjum leypi. Men, tað vildi ikki ordiliga eydnast hjá honum í kvøld.

Tá Silas Ernstsson snaraði hjólinum fyrstu ferð, steðgaði tað á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 krónur. 

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 45.000 krónur. Men, hann vildi eisini sleppa at royna triðja og seinasta møguleikan.

- Eg fari stadivekk víðari, segði hann.

Í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum, sum gjørdist hansara vinningur í kvøld. Tá liðugt var, segði hann kortini takksamur: - Tað er eisini fantastiskt!

Tað var stuttligt at hoyra Silas Ernstsson so takksaman fyri 10.000 krónur, tá møguleikin var 2,6 miljónir - og í øðrum lagi 900.000 krónur.

Samlaði Gekkurin í kvøld var á 2,6 miljónir - og deilt í tríggjar leypar 900.000 krónur í hvørjum.