Tað er herverk at flyta ólavsøkuna oman í Skáltrøð

Ólavsøkan má flytast niðan aftur í býin. Tiltøkini á Skálatrøð eru so dýr at tað er óhoyrt, og tað hava barnafamiljur ikki ráð til

Hetta hava barnafamiljur ikki ráð til, heldur Heini í Havn Magnussen. Savnsmynd av facebook hjá Tilvoli á Skálatrøð

Hetta hava barnafamiljur ikki ráð til, heldur Heini í Havn Magnussen. Savnsmynd av facebook hjá Tilvoli á Skálatrøð

Tað var herverk ímóti ólavsøkuni at flyta hana oman á Skálatrøð. Tað heldur ein av okkara lesarum, Heini í Havn Magnussen.

Hann sigur, at ólavsøkan minkar alsamt í vavi og sjarman við henni minkar fyri hvørt ár. Og tað er bara staðsetingini fyri at takka, har alt nú er kroyst saman á Skálatrøð har »eitt frímerki við stálhegni uttanum, og endaleysari kø, skal verða karmur um ólavsøkuna«

Hann sigur, at trygdin er heldur ikki tann besta, har fleiri túsund fólk, ung og gomul, børn og vaksin, verða stappað saman inn í eitt økið, har karrusellir, tombola, pylsur, ølbúðir hvørt um annað eru innhegnað, og har er sum sild í tunnu.

Hann sigur, at ein vanlig barnafamilja hevur ikki ráð til hatta at fara á Skálatrøð, tí tað er so dýrt, at tað er óhoyrt.

Hevur Tórshavnar Ítróttarráð ikki orku til at skipa tað øðrvísi, eiga onnur eisini at fáa rættindi til at skipa fyri á ólavsøku, heldur hann. Og hann heldur, at ólavsøkan skal flytast niðan aftur í býin.

 Trýst HER og les meiri um, hvat Heini í Havn Magnussen heldur um ólavsøkuna.

Hetta hava barnafamiljur ikki ráð til, heldur Heini í Havn Magnussen. Savnsmynd av facebook hjá Tilvoli á Skálatrøð