Tað er í lagi at útlendingar sleppa at keypa hús og jørð í Føroyum

Vit kunnu keypa aðrastaðni, so mugu útlendingar eisini sleppa at keypa her, sigur samgongan - og Framsókn

Samgongan heldur, at útlendingar skulu hava sama rætt, sum føroyingar - men kortini skulu treytir fylgja við

Samgongan heldur, at útlendingar skulu hava sama rætt, sum føroyingar - men kortini skulu treytir fylgja við

Tað er ílagi at úlendingar sleppa at keypa hús og jørð í Føroyum, bæði privatfólk og fyritøkur. Tað heldur samgongan, og tað heldur Framsókn eisini.

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at nokta útlendingum at eiga fasta ogn í Føroyum.

Tað merkir, at tú skal hava búð, og rinda skatt her, í minst tvey ár fyri at kunna keypa hús, ella jørð her. Tey, sum eru farin uttanlands, men hava búð, og rindað skatt her, í minst fimm ár í lívinum, skulu eisini kunna keypa fasta ogn her. Men tey, sum kunnu prógva, at tey hava eitt serligt tilknýti til Føroya, skulu eisini kunna keypa hús og jørð her.

Les meiri um tað her: Vilja banna útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum

Men nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur umrøtt uppskotið, er greitt, at samgongan tekur ikki undir við hesum – og tað ger Framsókn heldur ikki.

Meirilutin í nevndini, sum er Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, og Bjarni K. Petersen úr Framsókn, vísa á, at føroyingar og vinnufyritøkur í Føroyum, kunnu gera íløgur í fasta ogn í allarflestu londum kring okkum, og tað vil vera at diskriminera okkara grannar, og útlendingar sum heild, um ikki vit loyva teimum at keypa sær ognir her.

Tey siga, at tey hava fingið at vita, at tað er ein serligur vansi, at vælhavandi útlendingar keypa sær ognir á bygd og í bý, og bjóða meira enn fólkið á staðnum. Sostatt er tað ein forðing fyri, at økini mennast.

– Tá so er, verður tað bygdarfólkið, ið hevur ampan, og trupulleikan, av tómum húsum á vetrartíð, tá illveður herjar og kann gera skaða.

Tey hava eisini fingið at vita, at tað eru bara tey fastbúgvandi, sum rinda í kommunukassarnar  fyri tær renovatión, kloakk og viðlíkahald, sum kommunan veitir.

– Meirilutin heldur tað vera í andsøgn við eitt opið og liberalt samfelag ikki at geva øðrum enn fastbúgvandi loyvi at keypa ognir í Føroyum, siga tey.

Tey mæla heldur til, at ein lóg verður smíðað, sum setir greiðar treytir fyri útlendingar, sum keypa fasta ogn Føroyum.

– Eitt nú ber til at seta serligar treytir fyri, hvør kann keypa fasta ogn í ferðavinnuøkjum, har nógv ferðafólk koma og tað ber eisini til at tryggja, at goldið verður fyri tænastur, sum kommunurnar veita annars, siga tey.

 Tey halda eisini, at tað skal bera til hjá útlendingum at keypa fasta ogn í Føroyum til vinnulig endamál.

– Ein hópur av føroyingum eiga íbúðir og sethús kring um í Evropa, og aðrastaðni við, og tey í meirilutanum halda, at útlendingar skulu hava somu møguleikar her hjá okkum, men tað skal vera eftir greiðum reglum.

Annars hevur Løgmaður boðað frá, at landsstýrið arbeiðir við eini lóggávu fyri, hvørjar treytir skulu vera galdandin tá ið útlendingar keypa jørð og hús í Føroyum og tað verður lagt fyri Løgtingið í heyst.

Samgongan heldur, at útlendingar skulu hava sama rætt, sum føroyingar - men kortini skulu treytir fylgja við